Fróðskaparrit - 01.07.2004, Qupperneq 22
20
JARÐARNAVNIÐ STRAPULIÐ
tá ið sandavágsfólk siga »inneftir«, so
meina tey inn móti Giljanesi og Miðvági).
Soleiðis plaga rættir ikki at liggja, tí tað
kann illa bera til at teir eru farnir gjøgnum
bøin við gonguni. Til hetta siga sandavágs-
menn sum tú spyr í dag, at gongan hevur
verið rikin heim ígjøgnum fjøruna undir
bønum. Men tað munnu ikki hava verið tey
upprunaligu viðurskiftini. Tað man heldur
hava verið so at har sum rættin hevur verið,
hevur gamalt mark millum bø og haga verið
einaferð í tíðini, og harvið eisini bøgarður.
Einki sæst í dag til nakran garð her, tí alt er
velt ella avbygt. Óvist er um hesin bøgarður
hevur gingið innan fyri ella heiman fyri
Strapulið, men av tí at Giljarætt hevur ligið
niðast í Strapulið, freistast ein til at halda at
hann hevur verið heiman fyri hesa jørð, t.e.
millum Strapulið og Urðnamørk. Tann inn-
asta mørkin í dag er Tváttábøur, sum liggur
innan fyri Tváttá, og markatalsbøurin
gongur inn til tað staðið sum eitur Inni á
Grind. Har hevur garður við liða verið, sum
navnið jú sigur. Tann tulking av staðanavn-
inum Strapulið sum er sett fram her í
greinini, reisir tí tann spurningin um ikki
hesin bøur frá Giljarætt og inn á Grind er
yngri enn rættin.
Einki sæst til rættina í dag, men gomul
fólk minnast farvegin av henni. Tey vita
eisini at siga at ein bústaðartoft skal hava
verið niðri á bakkanum fáar metrar innan
fyri rættina (sbr. eisini Petersen 1963: 16).
Somuleiðis nevna tey at økið her var heim-
rust, og at strekkið millum rættina og ta
gomlu træbrúnna um Stórá, varð nevnt Inni
á Gøtu (hetta navnið er ikki nevnt í staða-
navnasøvnunum, men sambært heimildar-
monnum mínum hava gomul fólk brúkt
tað). Hyggur ein at kortinum yvir jarðirnar
beint innanfyri, so kundi tað sætt út sum at
viðurskiftini hava verið eitt sindur serlig
her, serliga í tí sum eitur Hamarsmørk, ið
liggur heiman fyri Urðnamørk í neðra.
Tíanverri vita vit lítið um tey búsetingarligu
viðurskiftini í Sandavági í eldri tíð.
Vit kunnu sjálvsagt heldur ikki útiloka
hin møguleikan at navnið *Strætilið kann
hava sipað til hagaportrið í erva, tað sum
kann hava staðið í sambandi við gøtuna
eftir Vørðunum.
Niðurstøða
Mín hugsan er tann at har sum Giljarætt
var, hevur einaferð í tíðini verið mark mill-
um bø og haga, og av tí sama bøgarður har
niðanfrá. Gøta hevur ligið frá Valloyruni
inn eftir bakkanum og inn í hagan og hevur
hildið fram inn á Giljanes og til Miðvágs.
Navnorðið stræti hevur verið brúkt um gøt-
una, í hvussu so er har á staðnum, og liðað
har sum gøtan er farin um garðin, hevur
verið nevnt Strætilið. Hví akkurát orðið
stræti hevur verið brúkt her, vita vit ikki,
men tað kann hugsast at okkurt serligt hev-
ur verið gjørt frá mannahond við gøtuna har
um vegir, eitt nú steinseting. Tá ið meira
bøur er veltur upp úr nýggjum »innan fyri«,
t.e. sunnan fyri, henda garð, hevur jørðin
næst við verið nevnd At Strætiliði, yngri Á
Strætiliði og at enda - við ljóðfrálíking og
viknan av seinra samansetingarliði -
Stræpili.
Tað skal viðgangast at ein tílík frá-
greiðing kann tykjast heldur vágin og kan-
ska ósannlík, tí hon roknar við nakað stórari
broyting í tí málsliga forminum. Men tað er
ikki lætt at síggja nakra frægari sum er.