Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 22

Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 22
20 JARÐARNAVNIÐ STRAPULIÐ tá ið sandavágsfólk siga »inneftir«, so meina tey inn móti Giljanesi og Miðvági). Soleiðis plaga rættir ikki at liggja, tí tað kann illa bera til at teir eru farnir gjøgnum bøin við gonguni. Til hetta siga sandavágs- menn sum tú spyr í dag, at gongan hevur verið rikin heim ígjøgnum fjøruna undir bønum. Men tað munnu ikki hava verið tey upprunaligu viðurskiftini. Tað man heldur hava verið so at har sum rættin hevur verið, hevur gamalt mark millum bø og haga verið einaferð í tíðini, og harvið eisini bøgarður. Einki sæst í dag til nakran garð her, tí alt er velt ella avbygt. Óvist er um hesin bøgarður hevur gingið innan fyri ella heiman fyri Strapulið, men av tí at Giljarætt hevur ligið niðast í Strapulið, freistast ein til at halda at hann hevur verið heiman fyri hesa jørð, t.e. millum Strapulið og Urðnamørk. Tann inn- asta mørkin í dag er Tváttábøur, sum liggur innan fyri Tváttá, og markatalsbøurin gongur inn til tað staðið sum eitur Inni á Grind. Har hevur garður við liða verið, sum navnið jú sigur. Tann tulking av staðanavn- inum Strapulið sum er sett fram her í greinini, reisir tí tann spurningin um ikki hesin bøur frá Giljarætt og inn á Grind er yngri enn rættin. Einki sæst til rættina í dag, men gomul fólk minnast farvegin av henni. Tey vita eisini at siga at ein bústaðartoft skal hava verið niðri á bakkanum fáar metrar innan fyri rættina (sbr. eisini Petersen 1963: 16). Somuleiðis nevna tey at økið her var heim- rust, og at strekkið millum rættina og ta gomlu træbrúnna um Stórá, varð nevnt Inni á Gøtu (hetta navnið er ikki nevnt í staða- navnasøvnunum, men sambært heimildar- monnum mínum hava gomul fólk brúkt tað). Hyggur ein at kortinum yvir jarðirnar beint innanfyri, so kundi tað sætt út sum at viðurskiftini hava verið eitt sindur serlig her, serliga í tí sum eitur Hamarsmørk, ið liggur heiman fyri Urðnamørk í neðra. Tíanverri vita vit lítið um tey búsetingarligu viðurskiftini í Sandavági í eldri tíð. Vit kunnu sjálvsagt heldur ikki útiloka hin møguleikan at navnið *Strætilið kann hava sipað til hagaportrið í erva, tað sum kann hava staðið í sambandi við gøtuna eftir Vørðunum. Niðurstøða Mín hugsan er tann at har sum Giljarætt var, hevur einaferð í tíðini verið mark mill- um bø og haga, og av tí sama bøgarður har niðanfrá. Gøta hevur ligið frá Valloyruni inn eftir bakkanum og inn í hagan og hevur hildið fram inn á Giljanes og til Miðvágs. Navnorðið stræti hevur verið brúkt um gøt- una, í hvussu so er har á staðnum, og liðað har sum gøtan er farin um garðin, hevur verið nevnt Strætilið. Hví akkurát orðið stræti hevur verið brúkt her, vita vit ikki, men tað kann hugsast at okkurt serligt hev- ur verið gjørt frá mannahond við gøtuna har um vegir, eitt nú steinseting. Tá ið meira bøur er veltur upp úr nýggjum »innan fyri«, t.e. sunnan fyri, henda garð, hevur jørðin næst við verið nevnd At Strætiliði, yngri Á Strætiliði og at enda - við ljóðfrálíking og viknan av seinra samansetingarliði - Stræpili. Tað skal viðgangast at ein tílík frá- greiðing kann tykjast heldur vágin og kan- ska ósannlík, tí hon roknar við nakað stórari broyting í tí málsliga forminum. Men tað er ikki lætt at síggja nakra frægari sum er.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.