Fróðskaparrit - 01.07.2004, Blaðsíða 18
16
Jarðarnavnið Strapulið
The Field-Name Strapulið
Eivind Weyhe
Fróðskaparsetur Føroya, FO-IOO Tórshavn. Email: eivindw@setur.fo
Úrtak
I Taxatiónsprotokollini er eitt jarðarnavn í Sandavági
skrivað Strapulið. Nøkur nøktandi frágreiðing um
hvørjum navnið kemur av og hvør upprunamerkingin er,
hevur ikki verið kend. I greinini verður skotið upp at
tulka navnið sum eina samanseting av stræti og lið. Fyrri
liður sipar tá til gøtu ið hevur ligið tann vegin, og seinri
liður til stað har sum gøtan er farin um garð millum bø
og haga. Har er markið millum bø og haga ikki í dag,
men Giljarætt, sum einaferð hevur verið har niðast á
bakkanum, bendir á at so hevur verið onkuntíð.
Abstract
A name of piece of land is found in Taxationsprotokol
(Valuation register) from 1873 written Strapulið. Any
exhaustive explanation of the origin of the name is not
known. It is suggested in this article that it is possible to
interpret the name as a compound with stræti + lið,
where the first part of the compound has the meaning
‘path’ that has been there, and the latter refers to a place
where the path has past through the border between the
cultivated infield and the uncultivated outfield. This
border is not to be seen anymore, but Giljarætt (‘the
sheepfold in Giljar’) has once been there down on the
bank, and this indicates that there has indeed been a
border between infield and outfield.
Navnið í skrivligum og munnligum
heimildum
í Sandavági er eitt sjáldsamt jarðarnavn,
sum í Taxatiónsprotokollini (1873) er skriv-
að Strapulið. Jørðin sum ber navnið, er
saman við Eyðanshálvmtfirk (sum hjá Lud-
vig Petersen er nevnd Eyðansstovuhálv-
mørkin) sett undir eitt og sama taksatións-
nummar (nr. 338), og tilsamans er tað ein
mørk av kongi, ið hoyrir til Giljar og
Slættanes. Strapulið er sostatt ein hálv-
mørk. Lagt kann verða aftrat at sjálvt um
tær í Taxatiónini eru settar at hoyra saman,
so liggja tær ikki saman. Strapulið er gilja-
megin, meðan Eyðanshálvmørkin er hin-
umegin Stórá, t.e. steigarmegin.
Hyggja vit í handritið til Taxatiónsproto-
kollina, sum er á Landsskjalasavninum,
síggja vit at navnið fyrst er stavað Strapli,
men at V. U. Hammershaimb, sum hevur
lagt útgevarunum lag á við stavsetingini,
hevur rættað navnið til Strapulið. Nú er tað
so at Hammershaimb sjálvur hevur skrivað
staðanøvn upp í Sandavági í 1853 (savn
hansara er til skjals í staðanavnasavninum á
Føroyamálsdeildini), og vit eru so væl fyri
at vit hava báði kladdu og reinskrift hans-
ara. I kladduni skrivar hann Strápuli, og tá
ið hann reinskrivar listan, skrivar hann
Strapuli. Sostatt er eingin ivi um at fyrsta
stavilsi inniheldur tvíljóðið [ea]. Vit leggja
merki til at hann í 1853 ikki setur ð í endan-
um á orðinum, og hann tykist tí ikki at upp-
fata síðsta stavilsi sum orðið lið (‘portur’).
(Stutt frá skrivar hann nevniliga Stóralið).
Sum nevnt, verður ð skoytt uppí í hand-
Fróðskaparrit 52. bók 2004: 16-21