Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 18

Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 18
16 Jarðarnavnið Strapulið The Field-Name Strapulið Eivind Weyhe Fróðskaparsetur Føroya, FO-IOO Tórshavn. Email: eivindw@setur.fo Úrtak I Taxatiónsprotokollini er eitt jarðarnavn í Sandavági skrivað Strapulið. Nøkur nøktandi frágreiðing um hvørjum navnið kemur av og hvør upprunamerkingin er, hevur ikki verið kend. I greinini verður skotið upp at tulka navnið sum eina samanseting av stræti og lið. Fyrri liður sipar tá til gøtu ið hevur ligið tann vegin, og seinri liður til stað har sum gøtan er farin um garð millum bø og haga. Har er markið millum bø og haga ikki í dag, men Giljarætt, sum einaferð hevur verið har niðast á bakkanum, bendir á at so hevur verið onkuntíð. Abstract A name of piece of land is found in Taxationsprotokol (Valuation register) from 1873 written Strapulið. Any exhaustive explanation of the origin of the name is not known. It is suggested in this article that it is possible to interpret the name as a compound with stræti + lið, where the first part of the compound has the meaning ‘path’ that has been there, and the latter refers to a place where the path has past through the border between the cultivated infield and the uncultivated outfield. This border is not to be seen anymore, but Giljarætt (‘the sheepfold in Giljar’) has once been there down on the bank, and this indicates that there has indeed been a border between infield and outfield. Navnið í skrivligum og munnligum heimildum í Sandavági er eitt sjáldsamt jarðarnavn, sum í Taxatiónsprotokollini (1873) er skriv- að Strapulið. Jørðin sum ber navnið, er saman við Eyðanshálvmtfirk (sum hjá Lud- vig Petersen er nevnd Eyðansstovuhálv- mørkin) sett undir eitt og sama taksatións- nummar (nr. 338), og tilsamans er tað ein mørk av kongi, ið hoyrir til Giljar og Slættanes. Strapulið er sostatt ein hálv- mørk. Lagt kann verða aftrat at sjálvt um tær í Taxatiónini eru settar at hoyra saman, so liggja tær ikki saman. Strapulið er gilja- megin, meðan Eyðanshálvmørkin er hin- umegin Stórá, t.e. steigarmegin. Hyggja vit í handritið til Taxatiónsproto- kollina, sum er á Landsskjalasavninum, síggja vit at navnið fyrst er stavað Strapli, men at V. U. Hammershaimb, sum hevur lagt útgevarunum lag á við stavsetingini, hevur rættað navnið til Strapulið. Nú er tað so at Hammershaimb sjálvur hevur skrivað staðanøvn upp í Sandavági í 1853 (savn hansara er til skjals í staðanavnasavninum á Føroyamálsdeildini), og vit eru so væl fyri at vit hava báði kladdu og reinskrift hans- ara. I kladduni skrivar hann Strápuli, og tá ið hann reinskrivar listan, skrivar hann Strapuli. Sostatt er eingin ivi um at fyrsta stavilsi inniheldur tvíljóðið [ea]. Vit leggja merki til at hann í 1853 ikki setur ð í endan- um á orðinum, og hann tykist tí ikki at upp- fata síðsta stavilsi sum orðið lið (‘portur’). (Stutt frá skrivar hann nevniliga Stóralið). Sum nevnt, verður ð skoytt uppí í hand- Fróðskaparrit 52. bók 2004: 16-21
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.