Fróðskaparrit - 01.07.2004, Side 29
UNMARKED OR DEFAULT GENDERS 1N FAROESE
27
hann er høgur
í ættini 13
hann veksur
vindin 14
man hann fara
at halda sær 6
hann várar 0
hann myrknar 0
Til samans 37
tað er høgætt 8
vindurin veksur 5
mann veðrið
fara at halda sær 13
tað várar 19
tað myrknar 19
137
Rákið er greitt. Ungdómurin velur heldur
tað enn hann, har talan er um broytingar í
árstíðunum hann várar > tað várar og
broytingar í lýsi, hann dimmir > tað dim-
mir, meðan tað enn ber til at hava hann, tá
ið talan er um veðrið, sum hann er høgur í
ættini.
Hetta tulki eg á tann hátt, at vit í før-
oyskum hava bæði kallkyn og hvørkikyn
sum ómarkaði kyn, og at ein broyting er í
ferð við at henda yvir til at nýta hvørkikyn.
Eitt gott dømi um tað er í (19), har vit fyrst
síggja kallkynsformin sjálvir, síðani
hvørkikynsformarnar noydd og sjálvi:
(19) Hesa gongd, at vit mugu sjálvir
bæði gjalda meira og fáa meira vald í
okkara egna samfelag... Vit verða noydd at
hava eitt vinnulív... Vit mugu sjálvi fram-
leiða vørur, sum í dag verða innfluttar
(Didriksen, 1986)
Fornøvnini allir og summur benda á tað
sama. í íslendskum brúka tey yvirhøvur
kallkynsformin allir, meðan føroyingar an-
tin brúka allir ella tað vanligara øll, sum í
(20) , har ein kann hugsa sær, at lærarin ke-
mur inn í skúlastovuna og spyr (20a), og
kent er eisini dømið í (20b) frá Aktuella
horninum hjá J. Haraldsen:
(20) a. Eru øll komin?
b. Høvdu summi vita, hvat summi
siga um summi, so høvdu
summi ikki verið so góð við
summi, sum summi eru við
summi!
Eitt annað, sum greitt vísir ein mun ímillum
íslendskt og føroyskt er, tá ið talt verður. Vit
siga eitt, tvey, trý... hvørkikyn altso, íslend-
ingar brúka kallkyn.
Kyn uttan ein eyðkendan kontrollør
Eitt lýsingarorð skal t.d. hava kyn í før-
oyskum, har talan er um eitt navnorð, sum
er ein eyðkendur kontrollørur, sum setn-
ingarnir í (1), t.e.: ein stórur maður, ein stór
brúður, eitt stórt tjaldur, men tað er ikki
altíð, at vit hava ein eyðkendan kynskon-
trollør.
Verður hugt at døminum í (21), sæst, at
vit ikki hava nakran eyðkendan kynskon-
trollør. í (21a) er talan um navnhátt sum
grundlið, saman við (21b), t.e.: tað at vinna
á Eysturríki, kláraðu vit. Áhugaverd eru
eisini dømini í (21f) og (21h). Vit siga ikki:
‘Fiti, hon er ein trupulleiki’, heldur verður
tað brúkt.
(21)
a. at fáa tað besta burtur úr tí er
neyðugt
b. vit kláraðu tað. At vinna móti
Eysturríki
e. tað góða
f. tað ónda
g. Maðurin og barnið vóru ill