Fróðskaparrit - 01.07.2004, Side 159

Fróðskaparrit - 01.07.2004, Side 159
HØVUNDALEIÐBEINING 157 Høvundaleiðbeining Fróðskaparrit er tíðarritið hjá Fróðskaparfelagnum. Allar náttúruvísindaligar og læknafrøðiligar ritgerðir, somuleiðis allarhugvísindaligarritgerðiráøllum skandinávisku málun- um ella á enskum hava áhuga um so er, at evnið, tær viðgera, hevur samband við Føroyar. Ritstjómin og/ella óheftir metarar viðgera øll handritini, sum koma inn. Gjørt skal verða eftir hesi leiðbeining, ann- ars verður ritgerðin send høvundanum aftur, so at hann kann endurskoða hana. Send prentaða handritið, umframt teldutøkt eintak í Word, á fløgu ella sum teldupost, til ritstjóran. Høvundarnir fáa rættlestrar sendandi, og teir eiga at verða sendir ritstjóranum aftur innan eina viku. Sum minst eigur at verða broytt; eru ógvisligar broytingar, verður kravt fyri tað. Eingi serprent verða gjørd. Istaðin fáa høvundamir grein sína sendandi í teldformi sum pdf, í somu uppseting sum í prentaðu útgávuni. Pdf-skjalið kann leggjast út á heimasíðu ella býtast út eftir ynski. Pdf-fílan er læst og møguligt er ikki at rætta ella broyta í skjalinum. Leiðbeining: Handrit eiga at lúka tær treytir, sum eru vanligar innan tey ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum gjørligt vera av ískoytisviðmerkingum, serliga eigur at vera roynt at sleppa undan undirgreinum - tá átti heldur at verið komið við allari frágreiðingini í sjálvari ritgerðini. Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum við at vera undirstrikað) eiga at verða nýttir til: 1) At vísa til heitið á bókum og tíðarritum 2) Plantu-og djóraheiti á lattni Heitið á ritgerðini: Feitir stavir, STÓRIR og smáir stavir og navnið á høvundanum/unum: Skákstavir, stórirog smáir stavir og so tvær tómar reglur. Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, STÓRIR og smáir stavir og so ein tóm regla. Stig 2 undirheitið: Feitir stavir, STÓRIR og smáir stavir, eingin tóm regla aftaná. Stig 3 undirheitið: Skákskrift, STÓRIR og smáir stavir, eingin tóm regla aftaná. Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu síðu, síðani kemur samandráttur av ritgerðini, ið ikki má vera meiri enn 175 orð, ið víðka um heitið uttan at endurtaka tað. Samandrátturin vísir í stórum á endamálið við ritgerð- ini, greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdningarmiklum úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur enn eitt úrtak at vera tøkt til at týða annaðhvørt til føroyskt ella enskt alt eftir, hvørjum máli ritgerðin er á. Adressa og teldupostur høvund- ans/høvundanna eiga at standa undir høvundanavninum. Best var, um teksturin var býttur upp í: Inngangur, tilfar og mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøðu, men onnur hugtøk munnu fara at verða góðkend. í tekstinum verða altjóða skipanir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til dømis metur skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C). Myndir: Talv- ur og myndir (eisini fotomyndir) eiga at standa aftan á tekst- in, og frágreiðing um tær eigur at standa í myndatekstinum (ikki sum: ...sí tekst). í talvunum eigur teigari (tabulatorur) at verða nýttur, ongantíð glopp. Myndir eiga at verða sendar sum ein EPS-, TIFF- ella JPEG-fflur ella prentaðar á hvítt pappír. Allir stavir og øll tøl verða sett við telduni hjá prentaranum. Svart/hvítar fotomyndir ella litmyndir/lit- myndatalvur eiga at verða sendar sum diasmyndir ella sum glansprent, og ikki størri enn A4 til støddar, ella skannaðar í einum av oman fyri nevndu formatum á fløgu ella sendar við telduposti. í tekstinum eiga tilvísingar ikki at verða talmerktar, men navngivnar sum Joensen (1963) ella tá ið tað liggur betur fyri sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein tilvísing, eigur at verða skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970), ella: (Joensen, 1963; 1970), ella: (Svabo, 1783; Joensen, 1963). Soleiðis eigur at verða víst til ávísar síður: (Joensen, 1963: 123-134). Soleiðis eigur at verða víst til tveir høvundar: (Joensen og T&ning, 1970) og soleiðis til meiri enn tveir høvundar: (Enckell et al., 1986). Longrj niðri stendur tilvísing í fullum orðaljóði. Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í nummarrøð, men skrivaður í bókstavarøð, heiti á bókum í fullum líki, tíðarrit við teimum styttingum, sum tíðarritið nýtir í løtuni, so sum: Benjaminsen, T. og Christensen, I. 1980. The natural history of the bottlenose Whale, Hyperoodon ampullatus (Foster). /n: Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds). Beliavior ofMarine Animals 3: 143-158. Enckell, P.H., Bengtson, S-A., Douwes, P., Niklasson, M., Stille, B. og Wiman, B. 1986. The dispersal pattern of an anthropochorous species: Genetic variation in pop- ulations of Lumbricus terrestris L. (Lumbricidae) in the Faroe Islands. Hereditas 104: 253-261. Joensen, J.S. og T&ning, Á.V. 1970. Marine and Freshwater fishes. In: Spiirck, R.Ý and Tuxen, S.L. (eds). 1928- 1971. The Zoology of the Faroes 111(1): LXII-LXIIl. 1- 241. Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782. Selskabet til Udgivelseaf Færøske Kildeskrifter og Studier. København. Udkast til Lov for Færøerne om Jagt, Fuglefangst m.m. 1911. Forslag og Betienkninger afgivne af Den Færøske Landbokommision. København: 303-314. Williamson, K. 1970. (2nd ed). The Allantic Islands. A study of the Faroe Life and Scene. London. Sendið handritini til Dorete Bloch, ritstjóra, Føroya Náttúrugripasavn, FO-100 Tórshavn, tlf.: 352320, faks: 352321, Snarpostur: doreteb@ngs.fo.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.