Fróðskaparrit - 01.07.2004, Síða 159
HØVUNDALEIÐBEINING
157
Høvundaleiðbeining
Fróðskaparrit er tíðarritið hjá Fróðskaparfelagnum. Allar
náttúruvísindaligar og læknafrøðiligar ritgerðir, somuleiðis
allarhugvísindaligarritgerðiráøllum skandinávisku málun-
um ella á enskum hava áhuga um so er, at evnið, tær viðgera,
hevur samband við Føroyar.
Ritstjómin og/ella óheftir metarar viðgera øll handritini,
sum koma inn. Gjørt skal verða eftir hesi leiðbeining, ann-
ars verður ritgerðin send høvundanum aftur, so at hann kann
endurskoða hana.
Send prentaða handritið, umframt teldutøkt eintak í
Word, á fløgu ella sum teldupost, til ritstjóran.
Høvundarnir fáa rættlestrar sendandi, og teir eiga at
verða sendir ritstjóranum aftur innan eina viku. Sum minst
eigur at verða broytt; eru ógvisligar broytingar, verður kravt
fyri tað.
Eingi serprent verða gjørd. Istaðin fáa høvundamir grein
sína sendandi í teldformi sum pdf, í somu uppseting sum í
prentaðu útgávuni. Pdf-skjalið kann leggjast út á heimasíðu
ella býtast út eftir ynski. Pdf-fílan er læst og møguligt er ikki
at rætta ella broyta í skjalinum.
Leiðbeining:
Handrit eiga at lúka tær treytir, sum eru vanligar innan tey
ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum gjørligt
vera av ískoytisviðmerkingum, serliga eigur at vera roynt at
sleppa undan undirgreinum - tá átti heldur at verið komið
við allari frágreiðingini í sjálvari ritgerðini.
Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum við at vera
undirstrikað) eiga at verða nýttir til:
1) At vísa til heitið á bókum og tíðarritum
2) Plantu-og djóraheiti á lattni
Heitið á ritgerðini: Feitir stavir, STÓRIR og smáir stavir
og navnið á høvundanum/unum: Skákstavir, stórirog smáir
stavir og so tvær tómar reglur.
Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, STÓRIR og smáir stavir
og so ein tóm regla.
Stig 2 undirheitið: Feitir stavir, STÓRIR og smáir stavir,
eingin tóm regla aftaná.
Stig 3 undirheitið: Skákskrift, STÓRIR og smáir stavir,
eingin tóm regla aftaná.
Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu
síðu, síðani kemur samandráttur av ritgerðini, ið ikki má
vera meiri enn 175 orð, ið víðka um heitið uttan at endurtaka
tað. Samandrátturin vísir í stórum á endamálið við ritgerð-
ini, greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdningarmiklum
úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur enn eitt úrtak at
vera tøkt til at týða annaðhvørt til føroyskt ella enskt alt eftir,
hvørjum máli ritgerðin er á. Adressa og teldupostur høvund-
ans/høvundanna eiga at standa undir høvundanavninum.
Best var, um teksturin var býttur upp í: Inngangur, tilfar
og mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøðu, men onnur
hugtøk munnu fara at verða góðkend. í tekstinum verða
altjóða skipanir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til dømis
metur skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C). Myndir: Talv-
ur og myndir (eisini fotomyndir) eiga at standa aftan á tekst-
in, og frágreiðing um tær eigur at standa í myndatekstinum
(ikki sum: ...sí tekst). í talvunum eigur teigari (tabulatorur)
at verða nýttur, ongantíð glopp. Myndir eiga at verða sendar
sum ein EPS-, TIFF- ella JPEG-fflur ella prentaðar á hvítt
pappír. Allir stavir og øll tøl verða sett við telduni hjá
prentaranum. Svart/hvítar fotomyndir ella litmyndir/lit-
myndatalvur eiga at verða sendar sum diasmyndir ella sum
glansprent, og ikki størri enn A4 til støddar, ella skannaðar
í einum av oman fyri nevndu formatum á fløgu ella sendar
við telduposti.
í tekstinum eiga tilvísingar ikki at verða talmerktar, men
navngivnar sum Joensen (1963) ella tá ið tað liggur betur
fyri sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein tilvísing, eigur at
verða skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970), ella: (Joensen,
1963; 1970), ella: (Svabo, 1783; Joensen, 1963). Soleiðis
eigur at verða víst til ávísar síður: (Joensen, 1963: 123-134).
Soleiðis eigur at verða víst til tveir høvundar: (Joensen og
T&ning, 1970) og soleiðis til meiri enn tveir høvundar:
(Enckell et al., 1986). Longrj niðri stendur tilvísing í fullum
orðaljóði. Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í
nummarrøð, men skrivaður í bókstavarøð, heiti á bókum í
fullum líki, tíðarrit við teimum styttingum, sum tíðarritið
nýtir í løtuni, so sum:
Benjaminsen, T. og Christensen, I. 1980. The natural history
of the bottlenose Whale, Hyperoodon ampullatus
(Foster). /n: Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds). Beliavior
ofMarine Animals 3: 143-158.
Enckell, P.H., Bengtson, S-A., Douwes, P., Niklasson, M.,
Stille, B. og Wiman, B. 1986. The dispersal pattern of an
anthropochorous species: Genetic variation in pop-
ulations of Lumbricus terrestris L. (Lumbricidae) in the
Faroe Islands. Hereditas 104: 253-261.
Joensen, J.S. og T&ning, Á.V. 1970. Marine and Freshwater
fishes. In: Spiirck, R.Ý and Tuxen, S.L. (eds). 1928-
1971. The Zoology of the Faroes 111(1): LXII-LXIIl. 1-
241.
Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Reise i
Færøe 1781 og 1782. Selskabet til Udgivelseaf Færøske
Kildeskrifter og Studier. København.
Udkast til Lov for Færøerne om Jagt, Fuglefangst m.m.
1911. Forslag og Betienkninger afgivne af Den Færøske
Landbokommision. København: 303-314.
Williamson, K. 1970. (2nd ed). The Allantic Islands. A study
of the Faroe Life and Scene. London.
Sendið handritini til Dorete Bloch, ritstjóra, Føroya
Náttúrugripasavn, FO-100 Tórshavn, tlf.: 352320, faks:
352321, Snarpostur: doreteb@ngs.fo.