Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 12
10
FØROYSKT-DANSKT MÁLSAMBAND
sær greitt, at einki ringt liggur í tvímælinum
ella hesum, at málskipanir kunnu renna
saman, sjálvt um fólk í teimum eldru
málnevndunum hava eina aðra fatan. Slík
málsamanrenning hevur eina grund. Talan
er um diskursbundin frábrigdir, sum eru
íkomin av tørvinum fyri at samskifta og
hesum, at tann tví- ella fleirmælti hevur
meira enn eina málskipan. Tann nýggja skip-
anin, sum dagar undan, er ikki spilt. Hetta
er málbygging heldur, og slíka síggja vit
allastaðni, har málsamband er. Eitt øki, sum
mangan verður víst til í hesum samanhangi
er Balkanøki, har mann hevur mál sum eitt
nú albanskt, grikskt og turkiskt, og í
føroyskum hava vit tað eisini, sum sæst í
hesum sitatinum:
Donsk orð í føroyskum hami
I talumáli - og í skriftmáli hjá summum við -
yður í donskum orðum og máliskum, ið eru
meira ella minni lagað at føroyskum. Hetta eru
lúnskar málspillur, sum ikki altíð er so lætt at
vara seg fyri, tí danskt er so rótgrógvið hjá
okkum øllum. Eitt høvuðsevnið hjá føroyskari
málrøkt hevur frá fyrsta degi verið at royna at
seta mark millum danskt og føroyskt, men ikki
hevur altíð borið so væl til. Her verður gjørt vart
við nakrar av hesum “óbodnu gestum”.
Orðafar(1987)
Vert er at leggja merki til orðingar sum, at
donsk orð meira ella minni eru lagað atfør-
oyskum, at talan er um lúnskar málspillur,
at hetta eru óbodnirgestir, at mann skal vara
seg Jyri teimum, tí danskt er so rótgrógvið
hjá okkum, og at høvuðsevnið hjá málrøkt-
ini hevur verið at seta mark millum føroyskt
og danskt, men at hetta er, so at siga, mis-
eydnað, sum róð verður fram undir í sitat-
inum omanfyri.
Verður hugt at málsamfeløgum kring um
í heiminum, er støðan tann, at umleið 2A av
øllum heimsborgarabørnum eru tví- ella
fleirmælt (Bhatia and Ritchie, 2004). Tví-
mæli kann vera í ymiskum stigum. Fólk
kunnu duga bæði málini eins væl, ella næst-
an eins væl. Tað velst eisini um, innan hvørji
økir, málini verða brúkt. T.d. er tað mangan
soleiðis, at tað eina málið verður brúkt
heima, hitt aðrastaðni í samfelagnum o.s.íf..
Tað eina málið kann eisini vera meira
ráðandi enn hitt, og so eru tað dømir um, at
tað eina málið dúrar. Tað er ikki virkið. Kann
vera lært í eitt nú studentaskúlanum og so
farið, um ikki í gloymskuna, so er tað næstan
sovnað burtur.
2. Rótgróna danska
Ikki er neyðugt at skriva søguna umaftur,
men fyri at fáa heildina við, skal stutt gerast
vart við, at sjálvandi er danskt rótgrógvið í
Føroyum. Bleiv tað so við og við eftir trú-
arskiftið. Úrslitið var, at vit fmgu danskt
kirkjumál, rættarmál, skúlamál, ja, yvir-
høvur danskt sum skriftmiðil líka fram til
fyrst í síðstu øld og væl inn í síðstu øld.
Føroyingar vóru sostatt tvímæltir longu um-
leið 1500, sbr. Rasmussen (1987), har vist
verður til, at Jens Fauritzsøn Wolff í 1651
sigur, at prestarnir prædika á donskum, og
at føroyingar duga danskt eins væl og norð-
menn, sbr. eisini Svabo (1746-1824), sum í
1781-82 sigur, at øll skilja danskt, at undir-
vísingin í kristni er á donskum, og at rættar-
málið er danskt.
Jú — einki undarligt er í, at danskt er rót-
grógvið hjá føroyinginum, og kunnu vit
skitsera málstøðuna í dag sum í Mynd 1.