Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 12

Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 12
10 FØROYSKT-DANSKT MÁLSAMBAND sær greitt, at einki ringt liggur í tvímælinum ella hesum, at málskipanir kunnu renna saman, sjálvt um fólk í teimum eldru málnevndunum hava eina aðra fatan. Slík málsamanrenning hevur eina grund. Talan er um diskursbundin frábrigdir, sum eru íkomin av tørvinum fyri at samskifta og hesum, at tann tví- ella fleirmælti hevur meira enn eina málskipan. Tann nýggja skip- anin, sum dagar undan, er ikki spilt. Hetta er málbygging heldur, og slíka síggja vit allastaðni, har málsamband er. Eitt øki, sum mangan verður víst til í hesum samanhangi er Balkanøki, har mann hevur mál sum eitt nú albanskt, grikskt og turkiskt, og í føroyskum hava vit tað eisini, sum sæst í hesum sitatinum: Donsk orð í føroyskum hami I talumáli - og í skriftmáli hjá summum við - yður í donskum orðum og máliskum, ið eru meira ella minni lagað at føroyskum. Hetta eru lúnskar málspillur, sum ikki altíð er so lætt at vara seg fyri, tí danskt er so rótgrógvið hjá okkum øllum. Eitt høvuðsevnið hjá føroyskari málrøkt hevur frá fyrsta degi verið at royna at seta mark millum danskt og føroyskt, men ikki hevur altíð borið so væl til. Her verður gjørt vart við nakrar av hesum “óbodnu gestum”. Orðafar(1987) Vert er at leggja merki til orðingar sum, at donsk orð meira ella minni eru lagað atfør- oyskum, at talan er um lúnskar málspillur, at hetta eru óbodnirgestir, at mann skal vara seg Jyri teimum, tí danskt er so rótgrógvið hjá okkum, og at høvuðsevnið hjá málrøkt- ini hevur verið at seta mark millum føroyskt og danskt, men at hetta er, so at siga, mis- eydnað, sum róð verður fram undir í sitat- inum omanfyri. Verður hugt at málsamfeløgum kring um í heiminum, er støðan tann, at umleið 2A av øllum heimsborgarabørnum eru tví- ella fleirmælt (Bhatia and Ritchie, 2004). Tví- mæli kann vera í ymiskum stigum. Fólk kunnu duga bæði málini eins væl, ella næst- an eins væl. Tað velst eisini um, innan hvørji økir, málini verða brúkt. T.d. er tað mangan soleiðis, at tað eina málið verður brúkt heima, hitt aðrastaðni í samfelagnum o.s.íf.. Tað eina málið kann eisini vera meira ráðandi enn hitt, og so eru tað dømir um, at tað eina málið dúrar. Tað er ikki virkið. Kann vera lært í eitt nú studentaskúlanum og so farið, um ikki í gloymskuna, so er tað næstan sovnað burtur. 2. Rótgróna danska Ikki er neyðugt at skriva søguna umaftur, men fyri at fáa heildina við, skal stutt gerast vart við, at sjálvandi er danskt rótgrógvið í Føroyum. Bleiv tað so við og við eftir trú- arskiftið. Úrslitið var, at vit fmgu danskt kirkjumál, rættarmál, skúlamál, ja, yvir- høvur danskt sum skriftmiðil líka fram til fyrst í síðstu øld og væl inn í síðstu øld. Føroyingar vóru sostatt tvímæltir longu um- leið 1500, sbr. Rasmussen (1987), har vist verður til, at Jens Fauritzsøn Wolff í 1651 sigur, at prestarnir prædika á donskum, og at føroyingar duga danskt eins væl og norð- menn, sbr. eisini Svabo (1746-1824), sum í 1781-82 sigur, at øll skilja danskt, at undir- vísingin í kristni er á donskum, og at rættar- málið er danskt. Jú — einki undarligt er í, at danskt er rót- grógvið hjá føroyinginum, og kunnu vit skitsera málstøðuna í dag sum í Mynd 1.
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154
Blaðsíða 155
Blaðsíða 156
Blaðsíða 157
Blaðsíða 158
Blaðsíða 159
Blaðsíða 160
Blaðsíða 161
Blaðsíða 162
Blaðsíða 163
Blaðsíða 164
Blaðsíða 165
Blaðsíða 166
Blaðsíða 167
Blaðsíða 168
Blaðsíða 169
Blaðsíða 170
Blaðsíða 171
Blaðsíða 172
Blaðsíða 173
Blaðsíða 174
Blaðsíða 175
Blaðsíða 176
Blaðsíða 177
Blaðsíða 178
Blaðsíða 179
Blaðsíða 180
Blaðsíða 181
Blaðsíða 182
Blaðsíða 183
Blaðsíða 184
Blaðsíða 185
Blaðsíða 186
Blaðsíða 187
Blaðsíða 188
Blaðsíða 189
Blaðsíða 190
Blaðsíða 191
Blaðsíða 192
Blaðsíða 193
Blaðsíða 194
Blaðsíða 195
Blaðsíða 196
Blaðsíða 197
Blaðsíða 198
Blaðsíða 199
Blaðsíða 200
Blaðsíða 201
Blaðsíða 202
Blaðsíða 203
Blaðsíða 204

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.