Fróðskaparrit - 01.01.2006, Qupperneq 18
16
FØROYSKT-DANSKT MÁLSAMBAND
at tað er danskt, sum liggur aftanfyri, heldur
føroyskt, men kortini við einum donskum
(læntum úr donskum í hvussu so er) sagn-
orði í lýsingarhátti, mugu vit siga, at sagn-
orðið er lagað til føroyskar umstøður.
Aftur her vísir metingarkanningin, at
irriterað inn á er lagað fullkomiliga at
føroyskum:
Mynd 3
Rætt Skeivt
í skúlanum var Marjun irriterað inn á Jógvan 12 1 1
í skúlanum var Marjun irriterað á Jógvan 4 6 2 2
Soleiðis er ikki við:
(7) a. og so blívur hann forelskaóur uppi í henni
(KUIV)
b. og sá bliver han forelsket i hende (Dan.)
c. og sá bliver han forelsket *oppe i hende
(Dan.)
d. og so blívur hann forelskaður í henni (Før.)
Eg vildi mett, at forelskaður uppi í er ein
frasa, sum bara kemur fyri einaferð. Um so
er, er talan um eina eingangstillaging, nevni-
1 iga ávirkað avJJeppast uppi í onkrum. Hetta
er ikki nøkur málmyndanarvilla sum (3a) og
(3b), endurgivið her niðanfyri sum (8a) og
(8b):
(8) a. men allíkavæl var hann komin har, søgdu tey
viðmær... (KE2V)
b. hevur mann hug, kann mann altíð gera meir
við tí (ME2V)
í (7a) er talan um eitt útlendskt sagnorð í
lýsingarhátti, sum verður lagað til føroyskt,
men av tí at vit halda, at tað bara kemur fyri
hesa einu ferðina, kalla vit tað íyri eina ein-
gangstillaging, mótsett tillagingini irriterast
inn á, sum er vanligt og verður brúkt í heil-
um. (7a) kann ikki vera eitt eingangslán
(nonce borrowing), tí forelskaður er alt
annað enn eitt eingangsorð í føroyskum.
Metingarkanningin vísir, at forelskaður
uppi í ikki er vanligt í føroyskum talumáli:
Mynd 4
Rætt Skeivt
Hector er forelskaður uppi í henni 2 3 6 3
Hector er forelskaður 13 1
í henni
4. Óbodnir gestir?
Tað, sum umráðandi er, er at hava í huga, at
eitt mál er ein skipan, sum miðlar, rættiliga
komplekst, ímillum merking og ljóð, sbr.
eisini tey trý løgini, sum eru sett upp oman-
fyri. Hetta verður upp aftur samansettari hjá
tí tvímælta, tí hann kann velja ímillum tvey
mál, og tað kann hann gera soleiðis, at hann
eitt nú skiftir ímillum málini (Code-Shift-
ing). Ikki hava vit slíkt málskifti í føroysk-
um, uttan kanska har farið verður ímillum
føroyskt og enskt - nakað, sum enn stendur
ókannað, og nakað, sum helst er nýtt í mál-
inum, sbr. at ung kunnu hava enskar frasur
í málbrúki sínum, t.e. við fúllkomnari, ensk-
ari úttalu og øllum, sum hartil hoyrir. Mann
kann sjálvandi eisini læna orð, sum vit so
mangan gera, og fullkomiliga laga tey at
bulinum, sum bedrøviligur o.s.fr., og so
kann mann hava athall (konvergens) millum
danskt og føroyskt Vit hava eisini nevnt
dømi um tillaging og eingangstillaging, og
vit hava nortið við, at tey dømi, vit hava