Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 31

Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 31
REGARDING PURISM IN FØROYA KVÆÐI 29 helvt av 19., var hetta í roynđ og veru byrj- anin til eitt nýtt granskingarøki, kvæða- granskingina. Kvæði hava verið kannað við atliti at bygnaði, “miðlan”, yrking, uppruna, aldur, málsligum eyðkennum v.m., og tað verða serstakliga tey málsligu eyðkennini, hendan grein fer at snúgva seg um. Kvæðini og kvæðauppskrivingin fáa ofta heiðurin av at hava verið orsøkin til, at føroyskt mál ikki fór fyri bakka um aldar- skiftið 18./19. øld ella nakað seinni, og hetta hevur givið teimum eina støðu sum niá\varðveitandi. Tað er eingin loyna, at deiri orð og orðingar, ið eru at frnna í kvæð- unum, eru niðurarvað rættiliga óbroytt bein- leiðis úr norrøna frummálinum, sum fyri nógvar málfrøðingar er vorðið málsliga fyri- myndin. Undir framvøkstrinum av føroyska skriftmálinum frá um miðja 19. øld og fram- eftir varð farið miðvíst undir at vinna hesum kvæðaorðum og øðrum orðum ta hevd, tey høvdu havt í forðum. Roynt var somuleiðis at lúka “málspillur”, serstakliga donsk orð, burtur úr skriftmálinum, ivaleyst í vónini um, at hetta fór at ávirka talumálið eisini. Kvæðini sjálvi høvdu eisini fleiri tílík orð við, ið kundu metast at vera donsk; elstu kvæðini eru mett at stava frá umleið ár 1300, tvs. áðrenn ein kann siga, at norrønu málini vóru farin at líkjast frá hvørjum øðrum. Kvæðini innihalda eisini, vegna tess, at tey eru lyriskur skaldskapur, ofta “serligar” formar av orðum, og rím og rútma hava eis- mi havt ein avgerandi leiklut, hvat viðvíkur orðasniði. Tá ið farið varð at reinskriva kvæðini seinast í 19. øld, var endamálið ikki longur einans málvarðveitsla, men nú meira ment- anarvarðveitsla, tó í tíðarinnar anda varð í hesum arbeiði lagdur dentur á at gera hetta “ensartet og sprogrigtigt’’, fyri at nýta orðini hjá innsavnaranum Svend Grundtvig. Ikki skerst burtur, at kvæðini eisini eru bæði episkur og lyriskur skaldskapur, og við at fara ov málpuristiskt til verka, er man í vanda fyri at broyta hendan siðaarv á ein hátt, at niðurskrivaðu tekstirnir ikki sam- svara við upprunaligu verkini. Ein teirra, ið hevur fingist nógv við kvæðamál, Michael Barnes, letur hendan spurningin viðvíkjandi málbót og normal- isering í mun til upprunahandritini standa rættiliga opnan til víðari kanning. Hann tekur soleiðis til orðanna: Occasionally in the texts of that edition [Føroya kvæði] a word or a line is preceded by a star. Comparison with the diplomatic texts I have been using for tliis article shows that the star in- dicates an emendation. Most readers will prob- ably assume, as I did, that where no star is found, no emendation, otlier than normalisation of the spelling, has been made. Unfortunately this is far from the case. [...] It seems to me unfortu- nate, to say the least, that the texts of what many will regard as the standard edition of the Faroese ballads should be so unreliable. The main, and [...] possibly the sole purpose of Føroya kvæði is to make available to readers the principal vari- ants of the Faroese ballads. What then is the jus- tification for a policy of arbitrary and silent emendation? (Barnes, 1978: 231 f) Ætlanin í hesi grein er at taka hendan spurn- ingin upp og gera eina meting av purismu - málbót í sambandi við normalisering - innan kvæðaútgávur, hvat viðvíkur ljóðfrøðiligari (fonetiskari purismu), orðasniði (ortograf- iskari purismu), bendingarformum (morfo-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.