Fróðskaparrit - 01.01.2006, Síða 31
REGARDING PURISM IN FØROYA KVÆÐI
29
helvt av 19., var hetta í roynđ og veru byrj-
anin til eitt nýtt granskingarøki, kvæða-
granskingina. Kvæði hava verið kannað við
atliti at bygnaði, “miðlan”, yrking, uppruna,
aldur, málsligum eyðkennum v.m., og tað
verða serstakliga tey málsligu eyðkennini,
hendan grein fer at snúgva seg um.
Kvæðini og kvæðauppskrivingin fáa ofta
heiðurin av at hava verið orsøkin til, at
føroyskt mál ikki fór fyri bakka um aldar-
skiftið 18./19. øld ella nakað seinni, og hetta
hevur givið teimum eina støðu sum
niá\varðveitandi. Tað er eingin loyna, at
deiri orð og orðingar, ið eru at frnna í kvæð-
unum, eru niðurarvað rættiliga óbroytt bein-
leiðis úr norrøna frummálinum, sum fyri
nógvar málfrøðingar er vorðið málsliga fyri-
myndin.
Undir framvøkstrinum av føroyska
skriftmálinum frá um miðja 19. øld og fram-
eftir varð farið miðvíst undir at vinna hesum
kvæðaorðum og øðrum orðum ta hevd, tey
høvdu havt í forðum. Roynt var somuleiðis
at lúka “málspillur”, serstakliga donsk orð,
burtur úr skriftmálinum, ivaleyst í vónini
um, at hetta fór at ávirka talumálið eisini.
Kvæðini sjálvi høvdu eisini fleiri tílík orð
við, ið kundu metast at vera donsk; elstu
kvæðini eru mett at stava frá umleið ár 1300,
tvs. áðrenn ein kann siga, at norrønu málini
vóru farin at líkjast frá hvørjum øðrum.
Kvæðini innihalda eisini, vegna tess, at
tey eru lyriskur skaldskapur, ofta “serligar”
formar av orðum, og rím og rútma hava eis-
mi havt ein avgerandi leiklut, hvat viðvíkur
orðasniði.
Tá ið farið varð at reinskriva kvæðini
seinast í 19. øld, var endamálið ikki longur
einans málvarðveitsla, men nú meira ment-
anarvarðveitsla, tó í tíðarinnar anda varð í
hesum arbeiði lagdur dentur á at gera hetta
“ensartet og sprogrigtigt’’, fyri at nýta orðini
hjá innsavnaranum Svend Grundtvig.
Ikki skerst burtur, at kvæðini eisini eru
bæði episkur og lyriskur skaldskapur, og við
at fara ov málpuristiskt til verka, er man í
vanda fyri at broyta hendan siðaarv á ein
hátt, at niðurskrivaðu tekstirnir ikki sam-
svara við upprunaligu verkini.
Ein teirra, ið hevur fingist nógv við
kvæðamál, Michael Barnes, letur hendan
spurningin viðvíkjandi málbót og normal-
isering í mun til upprunahandritini standa
rættiliga opnan til víðari kanning. Hann
tekur soleiðis til orðanna:
Occasionally in the texts of that edition [Føroya
kvæði] a word or a line is preceded by a star.
Comparison with the diplomatic texts I have
been using for tliis article shows that the star in-
dicates an emendation. Most readers will prob-
ably assume, as I did, that where no star is found,
no emendation, otlier than normalisation of the
spelling, has been made. Unfortunately this is
far from the case. [...] It seems to me unfortu-
nate, to say the least, that the texts of what many
will regard as the standard edition of the Faroese
ballads should be so unreliable. The main, and
[...] possibly the sole purpose of Føroya kvæði
is to make available to readers the principal vari-
ants of the Faroese ballads. What then is the jus-
tification for a policy of arbitrary and silent
emendation?
(Barnes, 1978: 231 f)
Ætlanin í hesi grein er at taka hendan spurn-
ingin upp og gera eina meting av purismu -
málbót í sambandi við normalisering - innan
kvæðaútgávur, hvat viðvíkur ljóðfrøðiligari
(fonetiskari purismu), orðasniði (ortograf-
iskari purismu), bendingarformum (morfo-