Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 38
36
UM PURISMU í FØROYA KVÆÐI
í Føroya kvceði; ørindi 82, har [uj\ (Mojggja
Lanđ) er skoytt uppí, og ør. 112, har [var\
er skoytt uppí. Hví júst fyrisetingin í er vald
í ørindi 82, sigur søgan einki um; orðið til
hevði verið rættari at nýtt. í ørindi 121 er
eisini orðingin aa (á) Mojggjar Land at
síggja.
Semantiskar broytingar: Tað kemur fyri,
at týdningurin av ávísum orðum og/ella orð-
ingum er ókendur fyri kvøðaran og/ella upp-
skrivaran. Orðið sejggjir er broytt til seggur
í Føroya kvæði í orðingini seggur seg við
grunnið veður bæði dag og nátt (19). Hvat
høpi er í hesum, er óvist. Tað sama ger seg
galdandi við orðinum rea (31), ið verður
rættað til ræðjuj (teir ræðjuj frá skipum
ganga). Orðið ræ í hesum føri skal tó helst
heldur skiljast sum “avgera”; sbr. Norrøn
ordbok, greinin ráða 3. í ør. 50 erbroytingin
tvaa -» tó at at finna, og orðið umbora (22)
verður í Føroya kvæði endurgivið [h]um-
bora. Normaliseringin nujur -> ný[t]ur
(123) gevur heldur ikki nakra serliga mein-
ing. í ørindi 11 verður gjiltu brandi rættað
til *g)>lta brandi í Føroya kvæði. Tað er tó
ivasamt, um Svabo hevur fatað orðið sum
navnorð. Hann nýtir annars altíð stóran
byrjunarstav í navnorðum. Her er broytingin
í bendingini ávíst við einari stjømu, og sama
ger seg galdandi, tá ið kenningin Svanna skal
endurgevast. Svabo skrivar hetta sum Jum-
fru Sveana, og hetta verður endurgivið jom-
frú *Svannu í Føroya kvæði.
Harumframt eru eisini broytingar famar
fram, ið broyta uppá sjálvt innihaldið í
frásøgnini. í ør. 72 fer eitt “málfrøðiligt
kynsskifti” fram; han (hann) í handritinum
verður til hon í Føroya kvæði. Tað er lítið
sannlíkt, at hetta er eitt mistak, av tí at tað
verður endurtikið í ørindi 73, og tá ið Svabo
skrivaði orðið hon, stavsetti hann tað altíð
hoon, við dupultum sjálvljóði íyri at marka
longd.
Eisini broytir normaliseraða útgávan
tekstin í ør. 35: Gudl o Fea verður rættað til
gull ogsilvur. Og seinni síggja vit lear ikkji
adlan Tuj -» lær ikki allan stund (118), iva-
leyst analogiserað frá ør. 119. í ørindi 118
er siðsta orðið Tuj enntá rímorð til Skuj (ský).
í ørindi 120 sæst eisini broytingin tan hin
sjenda -» hann hin sjeynda, hóast uppruna-
liga orðið tann, vísandi til orðið vetur, hevði
verið málsliga rættari at nýtt. Hvat grund-
gevingin er fyri at gera tílíkar broytingar, ella
um tær yvirhøvur eru tilætlaðar, kann einans
gitast um.
í Gongurólvs lcvæði er sostatt heilt greitt,
at nógvar broytingar eru farnar fram í sam-
band við normalisering, bæði hvat viðvíkur
vanligari normalisering, t.e. ljóðfrøðiligari
og stavsetingarligari normalisering, men
eisini á bendingar- og týdningarstigi eru
farnar fram broytingar í mun til upp-
runahandritið. Farið verður heldur lætt um,
tá ið komið verður fram á orð, ið ikki eru
skillig, og tað kann tykjast sum um uppskriv-
ararnir hava valt eina heldur lættkeypta
loysn í lleiri førum. í summum førum verður
eitt rímorð “ofrað” til frama fyri málbótini,
meðan í øðrum førum verður hildið fast við
rímið heldur enn málsligu atlitini. Onku-
staðni verða broytingarnar viðmerktar við
stjørnu, aðrastaðni ikki. í nøkrum støðum
verða rættingar skotnar inn í homklombrur,
í øðrum støðum ilcki. Eingin eyðsýniligur
tummilfingurregul tykist vera fyri, hví málið
verður bøtt í ávísum førum, og ikki í øðrum,
og hví gjørt verður vart við nakrar broytingar