Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 39
REGARDING PURISM IN FØROYA KVÆÐI
37
og ikki aðrar. Á næstu síðunum verður kann-
að, hvussu hetta sama ger seg galdandi í
Olavi Riddararós og álvamoy í uppskrift
Schroters.
Olavur Riddararós og álvamoy í
uppskrift Schroters (CCF 154 A).
1 mun til Svabo, ið als ikki hevði nakra før-
oyska ortografi at halda seg til, var Schrðter
eitt sindur betri fyri, við tað at Svabo í ein
ávísan mun hevði gjørt eitt undangongu-
arbeiði á hesum øki. Tó so, Svabos stav-
seting var aldrin at fata sum ein skriftmáls-
normalur ella ortografi - fonetiska megin-
reglan var enn framherjandi - men meira
sum ein leiðbeining. Tann mest grundleggj-
andi munurin á Svabos og Schroters stav-
seting eru, at ó verður hjá Schrðter endur-
givið ou, sum hetta tvíljóðið verður fram-
borðið í Schrðters egna málføri, havnarmáli.
Fonetisk normalisering: Eins og hjá
Svabo, so er stundum ivi um e og i í bæði
herðingasterkum og herðingaveikum stav-
ilsum; gjivi -* gevi (herðingasterkt; 5); aarin
~* áðrenn (herðingaveikt; 21).Haiu -* heiði
(2) er dømi um, at bland eisini er komið
ímillum / og u í útljóði, umframt at ai verður
normaliserað til ei. Stutt o og a frammanfyri
2 hjáljóðum eru eisini komið í bland: Tú tort
ikki fletta -* Tú tarft ikkiflætta (12).
Málføriseyðkenni fella burtur, Fletta -»
.flættað (10), Dansun -» dansin (11), kjera
~* kæra (33). Hetta síðsta kann tó neyvan
við fullari vissu kallast eitt dialektalt
eyðkenni. Møguliga hevði tað kunnað verið
roknað sum sosiolekt, men tað er helst rætt-
ast at rokna hetta sum lánorð úr donskum.
Ortografisk normalisering: Schróter
hevur einstøk orð, ið verða skrivað í tveim-
um, aloftast við bindistriku, og verða hesi
rættað til eitt orð: Laiga-Lind -» leikalind
(3), Elvar-Rann -* elvarrann (7), Elvar-hus
-» elvarhús (8), Elvar-Fljou -» elvarfljóð
(9).
Somuleiðis eru nøkur samansett orð at
fínna, og eru tey av sama slagi sum hjá
Svabo, nevniliga 2. pers. nútíð eintal + 2.
pers. persónsforn..: Hoirtu -* hoyr tú (27),
viltu -* vilt tú (17, 18), ertu -* ert tú (31) og
serliga hjáorð+fornavns-konstruktiónin taai
-* tá ið (30), men eisini fyriseting + navnorð:
Uigjaar -* ígjár (35); ujmorgjin ~* imorgin
(19, 21) og hjáorð + sagnorð: Údkom -* út
kom (10).
Morfologisk normalisering: Eins og hjá
Svabo verður 2. pers. nútíð eintal av orðin-
um skal skrivað skeal (1,16). Hetta er rættað
til skalt í Føroya kvæði. At hengur er broytt
til hongur (1) er dømi um analogi ímillum
bendingar, har hengur allarhelst er
analogiserað frá tí líknandi sagnorðinum
heingja (ið eitur heingir í 2. og 3. pers. nútíð
eintali).
Broytingin.vpúa -* spáað (6) kann skoð-
ast á tveir hættir: annaðhvørt umboðar áa
langt ljóð ([oa:]) og vísir sostatt til ein form
spáð, og um so er, er broytingin óheppin,
bæði tí at talan er um eitt rímorð tilfraa (frá),
og tí at hetta økir um talið av stavilsum í regl-
uni. Men í framburði fellir hetta seinna a’ið
nærum saman við ti fyrra, og talan hevur
helst verið um tvíljóð + a ([oa:a]). Hamm-
ershaimb endurgevur hetta spáð.
I handritinum verður høvuðspersónurin
einaferð nevndur Óli (Ouli; 39). Hetta er
broytt til Olav, sum í roynd og veru er ein
skeivur formur, av tí at talan er um hvørfall
eintal. At hetta ikki verður rættað til Ólavur,