Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 9
Viðbót til Fóroya plantutal.
15
veitur millum Norðskála og Oyrabakka, so tekin eru
til at hon kann ílendast. (Herb. Fær.) (!).
26. Phalaris canariensis L.
Mikkjal á Ryggi sendi mær hetta gras úr Miðvági 13.
sept. 1921. Tað vaks í garði við eini hús, har fólkini
einaferð hovdu kanarifugl. Seinni er hetta sama gras
funnið á fleiri stoðum í Tórshavn og eisini í Hoyvík.
(Herb. Fær.) (!).
27. Polygonum persicaria L.
Olaf Hansen, savnavorður, Bergen, fann hesa plantu
við Havnará í Tórshavn 1926. (Sí Bergens Museums
Árbok 1929 nr. 7)4. Seinni er hon funnin 1937 í
Álakersbó og 1949 Heima á Sandi. (Herb. Fær.).
28. Polygonum tomentosum (L.) Schrank.
Funnin tvær reisur: Olaf Hansen 1926 í garði við Re-
alskúlan, Tórshavn, Johs. Dalsgaard 1946 við Roynd-
arstóðina í Hoyvík.
29. Scrophularia nodosa L.
Funnin sum lok í urtagarði Johannes Jacobsens, við
Havnará tætt omanfyri brúnna í Tórshavn. Plantan
hlómaði ríkiliga í fleiri eintókum 7. aug. 1935, men
er tó ikki sæð síðan. Hon er helst innflutt við fræ úr
Danmark. (Herb. Fær.) (!)
30. Sisymbrium altissimum L.
Olaf Hansen nevnir hesa plantu úr Trongisvági 3. aug.
1926 (sí Bergens Museums Árbok nr. 7 1929)4 und-
ir navninum S. sinapistrum Crtz. Hon er afturfunnin
við Tórshavn 23. aug. 1937 í nýveltum bó saman við
Lolium perenne og Chrysanthemum segetum. Her
hevði verið sátt danskt grasfræ. Ivaleyst er hon inn-
slódd við fræ. (Herb. Fær.) (!)
31. Sonchus asper (L.) Hill.
Rasmussen, doktari, fann hesa plantu 27. sept. 1938
í rótaveltu á Eiði. Samuel Niclasen, lærari, fann hana
7. juli 1947 í kirkjugarðinum í Haldórsvík. Ivaleyst
er hon innslódd við fræ, men hon trívist væl og kundi