Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 80
86
Eitt sindur um tuberklasmittuna
Yvirhovur hevur tilfarið verið undir eftirliti í minsta
lagi í 2 ár, 63 % hava haft eftirlitstíð upp á 5 ár og meira,
longsta eftirlitstíð hevur verið 15 ár. Sum fyrr nevnt hevur
verið roynt at fremja endurrannsóknirnar tíðum innan fyrsta
árið eftir tuberkulinvend og í so stóran mun, sum til hev-ur
borið, at hava eftirlit við teim vendu í í minsta lagi 4 ár
aftaná, við rannsóknum 2—4 ferðir árliga. Við tað at tað
hevur verið trupult at fremja rannsóknirnar regluliga og
miðvíst — tað hava verið trupulleikar við ferðing, har ilt
hevur verið um — havi eg tikið saman, hvussu ofta tey
tuberkulinvenđu eru kannað í eftirlitstíðini.
Vit síggja tá, at 266 av teim 517 í tilfarinum hava í eft-
irlitstíðini ligið á sjúkrahúsi ella bróstsjúkrahúsi við tu-
berklasjúkum, ein partur júst tí at tey hava búð í so fjar-
skotnum bygdum:
212 tuberkulinvend hava ligið 1 ferð
44 tuberkulinvend hava ligið 2 ferðir
10 tuberkulinvend hava ligið 3 ferðir
Tils. 266
Á tuberklastóðini hava tey tuberkulinvendu verið kann-
að 7 ferðir yvirhóvur í eftirlitstíðini.
279 tub. vend. hava verið kannað frá
147 tub. vend. hava verið kannað frá
52 tub. vend. hava verið kannað frá
9 tub. vend. hava verið kannað frá
30 tub. vend hava verið kannað
1— 5 ferðir
6—10 ferðir
11—15 ferðir
16—20 ferðir
>20 ferðir
Tær settu treytirnar — fyri at koma upp í tilfarið,
við atliti til tíðarmarkið fyri fingnari smittu — hava havt
við sær eina úrveljing burtur úr tilfarinum ímillum tey
vendu á tuberklastóðini, á tann hátt at meiriluti er av vend-
um við smittuhita, tí við ein part av tilfarinum hevur verið