Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 28
34
Um nalvalopið hjá pinkubornum
nalvaringurin víður, errholdið illa fyri seg komið, og far-
vegirnir eftir teimum omanfyri nevndu fosturleivdum (æðr-
um og bloðrustrongi) frískir. Her verða tí góð líkindi hjá
innvolinum at tenja út búkhindina gjógnum nalvaringin og
tað hold, sum framman fyri hann liggur. Eitt tarmalop,
nalvalopið, er tá framkomið.
Vert er at nema við tey tarmalop, sum yvirhóvur kunnu
taka seg upp í og rundan um nalvan. Tíansverri eru fróðis-
heitini ikki tey somu í óllum londum, og eisini eru hug-
myndir manna um, hvussu hesi tarmalop eru íkomin, ym-
iskar. Kortini eru allir á einum máli um at skipa tey sund-
ur í 3 bólkar: tey viðfóddu nalvalopini, nalvalopini hjá
pinkubarninum (og tí eitt sindur eldra barninum) og
vaxnamannana\valopim.
Tey fyrstu eru at finna hjá barninum longu, tá tað
verður borið í heim, og eru uppkomin hjá fostrinum longu
tíðliga í móðurlívi. Tvinnanda eru slógini. Hernia funiculi
umbilicalis, sum vanliga bert goymir vil, ið eru isett út í
nalvastrongin gjógnum nalvaringin, og ta viðhvórt heilt
stóru omphalocele ella amniocele, ið kann taka upp til meg-
inpartin av innvólinum úr búkinum, og sum kemur út gjógn-
um eitt glopp í fremra húkveggi — ikki bert gjógnum nalva-
ringin, men eisini gjógnum veggin omanfyri nalvan, har
stórt skarð er millum teir beinu búkvóddarnar, ið ikki sum
vant hjá fostrinum hava lagt seg nær upp at hvórjum óðrum.
Tíbetur eru hesi nevndu meinini heldur sjáldsom, berast á
hjá 1 barni úr hvórjum 6000 burðum. At her eigur at vera
skjótt atborið, at hol skal ikki koma á, er eyðsæð, men með-
an hernia funiculi umbilicalis vanliga er lætt at fáa í rætt-
lag við skurði, eru viðhvórt stórir trupulleikar við ompha-
locele, har innvólurin illani fæst at rúmast í búkinum,
og húð og vóddar illa rókka saman, so neyðugt er at skera
í stigum við 6—18 mánaða millumbili (Benson, Penberthy
& Hill 1949).
Næsti bólkurin er tað tarmalopið, sum vanliga kemur upp
stutt aftaná, at barnið er borið í heim, hernia umbilicalis in-