Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 117
Eplaálurin
123
soleiðis at tað varð nýtt svávulsúrt ammoniakk í staðin fyri
kálk-salpetur ella chili-salpetur — tí, vit hildu, at tá ið
merm á sonru jorð, nú síðan handilstoð-nýtslarr kom í
brúk, á hvorjum ári hovdu nýtt salpetur — og, sum okk-
um varð sagt, meir og meir sum tíðin leið, so hildu vit, at
kálkið kundi vera vorðið so nógv í jórðini, at jarð-límkorn-
ini vóru skild frá og sandurin tessvegna hevði mist evnini
til at goyma taðfallið, so tað bert skolaði burtur, og plant-
urnar liðu »matneyð«.
Nú vistu vit ersini av avtókum úr sandinum heima
á Sandi, ið áður eru sendar niður til kanningar, at kálk-
nógdin kom heilt upp í 30 %. Um nú menn tóku til at nýta
svávulsúrt ammoniakk í staðin fyri salpetur, fór kálkmongd-
in at minka aftur ár uin ár — tí stórt sæð bindur ein posi
av svávulsúrum annnoniakki ein posa av kálki í jórðini.
Hetta kálkið verður til gips, ið er so torloyst í jarðarvætuni,
at tað onga verunliga ávirkan hevur.
Tað tóktist árið eftir, at tær veltur, ið vóru taðaðar
við svávulsúrum ammoniakki, trivnaðust betur enn hinar.
Og Statens Planteavlslaboratorium var gjórt vart við hetta.
Men tá ið <so úrslitini av teim evnisligu (kemisku) karrn-
ingunum komu, vístu tær ikki so stóra kálknógd í jórðini,
at tað skúldi verið til nakran stórvegis skaða fyri plant-
urnar, kanningarstovan trúði ikki, at hetta var hóvuðsskaðin,
tí í okkara váta veðurlag, skuldi jórðin tolt hesa kálk-
mongd. Avtókurnar vórðu tí sendar víðari til kanningar á
Plantepatologisk Laboratorium, um teir kanska har kundu
finna einhvónn lívrunnan sjúkaorsaka.
la kom fyri dagin, at í óllum avtókunum, sum sendar
vóru, var eplaálur at finna, og kanningarstovan segði sum
sína hugsan, at tað var hetta skaðadjórið, ið elvdi miss-
vóksturin. Hetta vóru dátt tíðinđi, tí henda sjúka hevði
ikki, tað nakar veit, verið í Fóroyum áður. í fyrstani vóru
vit eitt sindur tortrúnir; tí uppi í teimum jarðaravtókum,
sendar vórðu niður til kanningar, var eisini ein úr Tórs-
havn og ein úr Vági, sum eisini rótálur var funnin í — og