Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 74
80
Eitt sindur um tuberklasmittuna
ulin-negativu. Ið hvussu er hevur tvormálið av roða og trota
altíð verið skrivað upp í millimetrum. Tuberklastoðin hevur
soleiðis gjort regluliga tuberkulinrannsókn við meginpart-
inum av fólkinum við 1—2 árum ímillum hvorja tuberkulin-
roynd. Urslitini av royndunum eru so hvórt skrásett í tu-
berkulinskránna, har tey kannaðu eru skipað í bygdir og
bygdirnar aftur í hús. Tey kannaðu kunnu so fyrst být-
ast í ein positivan og ein negativan flokk og ein heilt lítlan
bólk, sum er ivingarsamur í tuberkulinvísing.
Hetta rannsóknarlag hevur givið nógv arbeið og hevur
nógvastaðni verið trupult, har bygdirnar eru smáar og
spjaddar, og torfórt er at fara ímillum. Rannsóknirnar eru
gjðrdar av yvirlæknanum á stóðini og einari sjúkrasystur
í fóstum starvi, sum eftir fleiri mánaða arbeiði við at pirka
undir eftirliti yvirlæknans hevur verið litið upp í hendur
at gera royndirnar. Miðvíst hevur fólkið verið kannað í
óllum 100 bygdum, í smábygdunum hevur eydnast at fáa
oll við. í 'teimum stórru bygdununm hevur roynst hentast
at byrja í skúlanum og at fáast við tey vaksnu út á dagin.
Hetta hevur roynst góður máti við hesum rannsóknum, suin
eru ótvungnar. Skúlarannsóknirnar hava fevnt yvir 100 %
av bórnunum, arbeiðsviðurskiftini eru góð, og bórnini bera
boð heim um, nær tey vaksnu skulu koma at verða kannað.
Við hesar rannsóknir, har altíð nógv fólk er komið saman,
hava tey starvandi lagt sær eina við at greiða fólkinum
frá ætlanini við rannsóknunum, og , tá ið hugt verður at,
dyggiliga at siga teimum úrslitið av tuberkulinvísingini, og
hjá teimum positivu ofta at leggja eitt tal afturat, og er tað
talið í millimetrum av roða og trota, og hevur hetta síðsta
roynst hent til at fáa fólk hetur at minnast. 1 hesum upj)-
lýsingarstarvi fyri tuberklaskránna hevur tuberklastóðin
havt samvinnu við sjúkrahúsini og læknarnar annars. Og úr-
slitið er, at óll fólk við viti her á landi kenna tuberkulin-
vísing sína, vita um tey eru negativ, ivingarsom ella positiv,
og um tey eru positiv, nær so hin positiva royndin fyrstu
ferð varð skrásett. Hjá bórnum vita foreldrini næstan altíð