Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 78
84
Eitt sindur um tul)erklasmittuna
at senda vertir til alingar í Stóra Bretlandi, men tað gav
einki úrslit, sum líktist til, og tí varð liildið uppat við tí.
Eftir fyrstu rannsókn eru tey tuberkulinvendu biðin
at koma aftur til áframhaldandi eftirlit við tuberklastoðina.
Fyrst og fremst hevur verið roynt at gera rannsóknirnar
tíðum (3—6 feðir um árið) innan fyrsta árið eftir vend,
síðan sjáldnari (1—4 ferðir um árið) í 4-—5 ár. Men her
hevur í mongum forum verið neyðugt át gera undantók fyri
tey einstóku við atliti til komnar broytingar hjá teimum, og
teir trupulleikar, sum ein partur av hesum fólkum hava
við ferðing til tuberklastóðina. Við hvórja av hesum eftir-
litsrannsóknum er omanfyri nevnda sjúkurannsókn endur-
tikin, tó hevur ofta við endurrannsóknunum, av peninga-
ligum orsókum, verið spart at taka róntgenmyndir, og ein
hevur verið nógdur við at tekna í sjúklingadagbókina striku-
mynd av tí sum móguliga er sætt við róntgenlýsingina.
Tað er henda stóra flokk av tuberkulinvendum, eg her
fáist við. Við tað at eg havi ætlað at geva eitt tillag til spurn-
ingin nýsmittutuberklar við serligum denti á sjúkdóms-
eyðkennini og tíðina, sum gongur frá nýsmittu til tuberkla-
eftirsjúkur, havi eg slept burturúr tilfarinum teimum tuber-
kulinvendu við smittutíð yvir 1/% ár, um ikki so er, at mund-
ið fyri nýsmittu hevur víst seg við nýsmittuhita, og havi sett
sum treyt fyri at koma upp í tilfarið, annaðhvórt 1) at tíðin
ímillum síðstu negativu og fyrstu positivu tuberkulinvísing
hevur verið minni enn l/o ár, ella 2) at tuberkulinvendin
hevur víst seg við sjónskum smittuhita.
Tilsamans hava vit í árinum 1932 til 1945 (bæði ár-
ini við) 524 tuberkulinvend, sum lúka hesar treytir. Tó at
markið er sett við 1945, havi eg tikið við 2 tuberkulinvend
frá 1946 og eitt frá 1947, tí hesi hava eina sera væl lýsta
tilgerðartíð. 011 hesi tuberkulinvendu havi eg biðið koma
til stóðina og havi sjálvur endurkannað tey í tíðini 1/4—
1946—1/4—1947. Endurkanningin hevur verið sum ein
vanlig eftirlitskanning á tuberklastóðini: lurting (stetho-
skopi), bkf., róntgenlýsing, og hevur tá nakað verið at