Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 73
Eitt sindur um tuberklasmittuna
79
aðu býtt sundur í ein positivan og ein negativan flokk eftir
tuberkulinroynd. Tey positivu verða kannað við rontgen,
blóðkroppafalli o. s. fr., um so er, at tey hava sjúkdóms-
eyðkenni, og um tað annars eftir tuberkulinskránni verður
hildið neyðugt. Hin negativi flokkurin verður framvegis
undir tuberkulineftirliti.
Nýtt hevur verið Pirquet-rannsóknarlag við tuberkulini
frá »Kobenhavns Seruminstitut«, styrki 1,7, undantikip
tíðin 1941—1945, tá varð, orsakað av krígnum, nýtt Well-
come tuberkulin. Royndin verður gjord frammantil á armi-
num eitt sindur niðan fyri albogaliðin. Húðin verður turkað
við ether og tand við vinstru hond, og við lítlum knívi verða
so gjord 2 o. u. 1 cm long pirk1) oman og niðan á armin,
o. u. 4 cm ímillum bæði. Roynt hevur verið at skova nett so
djúpt, at ikki hevur blott. Við glaspinni verður ,so tuberku-
linið gníggjað inn í pirkini, meðan húðin har verður tand;
síðan skal torna í 10 min., eingin skeyti um. Hugt verður
at 2 dagar aftaná, ein mannagongd, sum storsti dentur hev-
ur verið lagdur á at fylgja samvits.kufult. Athygging hevur
bert verið latin upp í hendurnar á yvirlæknanum, eyka-
læknanum og einari sjúkrasystur áLstoðini, sum serliga hev-
ur lært tað; og tá ið ivingur hevur verið um vísingina, hevur
yvirlæknin sjálvur hugt at og ætlað um. Tann reint negativa,
ella sterka positiva vísingin ofta við trota um pirkið hevur
sjálvandi verið lott at gera av, men tær smáu vísingarnar
hava verið verri at fáast við. lkki hevur verið hildið vert at
áseta vist mark í millimetrum fyri víddina av roða ella trota,
og tá ið samanum kom, hevur verið ætlað um eftir royndum,
hvort úrslitið var positivt ella negativt ella ivingarsamt.
Við ivingarsamari vísing hevur, um til hevur borið, verið
pirkað uppaftur beinan vegin ,annars hava tey ivingarsomu
framvegis verið undir eftirliti saman við teimum tuberk-
M Tuberkulinroyndin eitur Pirquet eftir manninum, sum fann upp hana.
Tað man neyvan vera av tilvild, at vit nú eisini tosa um pirk og at pirka
tá talan er um tuberkulinrannsóknir.