Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 53
EITT SINDUR
UM
TUBERKLASMITTUNA
Eftir Axel Poulsen. \
Verður onkur smittaður við tuberklabacillum úr luftini,
sum hann andar inn, er tað í flestum forum við smittu frá
tu'berklasjúkum fólki, sum hevur livandi tuberklabacillur i
tí luftini, tað andar út. Hin smittandi túberklasjúklingin
kaJlla vit smittuberan, og tíðina, sum hin smittaði hevur verið
í smittuvanda, kalla vit smittuvandatíðina. Tuberklabacill-
urnar koma við andađráttarluftini inn í lungnabíoðrurnar og
elva har tuberklabruna. í lungnaholdinum gerst soleiðis ein
tuberklabrunagerð, hin sokallaði nýdepil (primær fokus),
ein serstakur lungnabruni, ið vanliga er ein avmarkað gerð,
sum er treyð at moltna innan ífrá við vági. Hitt fyrsta sjúk-
dómsmerkið er vanliga í mittokinum á lunganum, ofta undir
lungahinduni, og kann her elva lungnahindubruna, sum er
eyðkendur við gulhvítum rómavorðnum skónum á lungna-
hinduni. Frá nýdeplinum fara álir av gróðrarvatni til eitl-
arnar við lungarótina, og tuberklar koma í eitlarnar. Ný-
depilin við moguligum avmarkaðum lugnahindubruna —
sum er eyðkendur við gúlhvítum rómakendum skónum —-
saman við bruna í gróðrarvatnsæðrum og í eitlum í lunga-
rótini verður eftir Ranke kallað nýtyrping (primær kom-
plex).Henda nýtyrping er har afturat eyðkend við, at ofta
eru brunagerðir uttan um nýdepilin, og hesar gerðir eru
ofta stórar og víðar ummáls, samanborið við nýdepilin.
Hesar sjúk'ligu broytingar í kroppinum nýta, sum allar