Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 89
Eitt sindur um tuberklasmittuna
95
tilsamans 76, 19 bórnum (10 dreingjum og 9 gentum) og
57 vaksnum (9 mannfólkum og 48 konufólkum).
Blóðkroppafallið er at kalla altíð ov hogt, vanliga bert
í hægra lagi, 25—-45 mm, men kemur í einstókum fórum
upp um 100 mm. Blóðkroppafallið lækkar við hitanum,
men meira líðandi.
Róntgenrannsóknir.
Allir tilburðirnir eru sum nevnt fleiri ferðir kann-
aðir við róntgen. Meginparturin er tó ikki kannaður, fyrr
enn hitin er hildin uppat, tí avgerðin um sjúku hevur van-
liga ikki volt trupulleikar, læknarnir, sum hava havt sjúk-
lingarnar undir hond, hava latið teir verið heima í hita-
skeiðinum og hava latið bíða við rannsókn á tuberklastóð-
ini, vanliga 1—2 vikur eftir at hitin var sum hann átti.
í hesum tilfarinum eru í hitaskeiðinum gjófdar rónt-
genrannsóknir við 146 fólkum. Hetta eru sjúklingar, sum
eru lagdir inn á sjúkrahús, og sjúklingar, sum eru vorðnir
kannaðir á tuberklastóðini í hitaskeiðinum. Orsakirnar til
at hava sjúklingarnar á sjúkrahúsi eru ymiskar: aloftast er
tað av vána umstóðum heima, í óðrum fórum fjarskotin
bústaður, ein partur hevur verið smittað sjúkrahússtarvsfólk,
ein partur hevur ligið til kanningar, og so ein stórur bólkur
lagdur á sjúkrahús ella kannaður á tuberklastóðini av vís-
indarligum orsókum.
Við róntgenrannsóknunum av hesum sjúklingum hava
í flestum fórum verið tiknar myndir, ein partur er harum-
framt vorðin róntgenlýstur, nakrir iair eru bert vorðnir
róntgenlýstir og ikki avmyndaðir. Úfslitini síggjast á 7.
talvu.
S u bjekl iv eyÓ ken n i.
Subjektiv eyðkenni við smittuhita eru ikki so rár, sum
vit kundu væntað eftir bókmentum um spurningin. í hesum
tilfarinum uppá 430 tilburðir við smittuhita eru subjektiv
eyðkenni hjá 117 tilburðum ella o. u. 27 %. Eyðkennini
eru á 8. og 9. talvu saman við funnum róntgenbroytingum.