Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 116
EPLAÁLURIN
HIN NÝGGJ EPLASJÚKA í FØROYUM
Eftir //. ./. Jacobscn.
I.
INNGANGUR
Heima á Sandi er eitt stórt oki av sandjórð, ið hevur
verið nýtt til at velta eplir í ár um ár, kanska líka síðan
eplaveltingin tók seg upp har í hygdini. Tá ið veðurlagið
ikki bar frá, hevur góð gróði komið til garðs haðani. Men
nú, fyri nókrum árum síðan, fór at vera meira misjavnt,
ein blettur skildi seg burtur úr, har eplini ongan trivnað
fingu. Tey komu upp sum vanligt, men stóðgaðu so í vókstri-
num og vóru á at líta sum veltur, ið tóðtrot hava. Hesin
blettur vaks í vavi, og skjótt var dastið av óllum ókinum
ótrivnað. Tá var eyðsæð, at her var annað og meira at
meini enn tóðtrot, og avtókur av jórðini vórðu sendar niður
á Statens Planteavlslaboratorium í Danmðrk við gjólligari
frágreiðing um, hvussu velturnar vóru á at líta, hvussu
planturóturnar vóru á at líta, og annars um alt, ið var
at síggja í veltuni.
Hetta var um heystið 1949. Men tá ið niðursetingar-
tíð kom várið eftir, var einki svar komið frá kanningar-
stovuni niðri. Yit ráddu tá monnum til at skifta taðfall,