Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 30
36
Um nalvalopið hjá pinkubornum
ringsarrinum, sum teir hugsa sær uppkomnan t. d. av vána-
ligum kosti hjá moðrunum og annars ússarligum umstoð-
um yvirhovur, meðan tær vóru við barn, ringari viðgerð
av nalvastronginum aftan á burðin, togan í nalvastrongin,
bruna í nalvasárinum við tarnaðari leking og eingilskari
sjúku hjá barninum. Ella teir nevna umstoður, har ov hógt
trýst inni í búkinum tambar holdið í nalvaringinum út,
t. d. nógvur hosti við slím á lungunum og eina mest við kik-
hosta, nógvur histi og grátur, eitt nú við vánaliga rokt, nógv
luft í gornunum við búksjúkur og kroysting við harðan
opning og phimoisis. — Ella teir hugsa sær atvoldir úr báð-
um hesum bólkum tilsamans hava fingið nalvalopið at
koma fram.
Ivingasamt er nú, hvussu nógv hetta alt hevur uppá
seg. Jones (1941) hevur gjort vart við, at munurin millum
blámannaborn og hvít born er hin sami, hóast mammurnar
livdu undir somu umstoðum, og nalvastrongurin fekk somu
viðgerð bæði undir burðinum og aftaná. Heldur ikki Crump
(1952) kundi fáa nakran illtanka til foðsluna hjá mamm-
uni. At eingilsk sjúka hevur nakað samband við uppruna
nalvalopsins er eisini lítið trúligt (Jones 1941, Riisfeldt
1945 a, Crump 1952). Nalvalopið er jú vanliga komið
fram, áðrenn eingilsk sjúka vanliga tekur við, og eingin
afturgongd er at finna í títtleikanum á nalvalopum, hóast
eingilsk sjúka hevur verið í minnkan. Riisfeldt (1945a)
dugdi í sínum tilfari ikki at finna, at ov hogt trýst inni í
búkinum av hosta (slím á lungunum) ella av búksjúkum
hevði nakran týdning. Um kikhosta tordi hann einki vist
at siga. Og sum Jones (1941) tekur til, tað er ikki vanligt,
at pinkuborn kroysta stórvegis fyri at fáa opning ella kasta
sær av vatninum. Birk (1930) hevur ongantíð verið varur
við nakað samband millum nalvalopið og phimosis.
Jones (1941) nevnir, at Pritchard helt óvanliga lang-
an nalvastrong vera eina atvold, men her er at siga, at ong-
antíð er funnin longri nalvastrongur hjá blámannabornum
enn hjá hvítum bornum. Tað er hildið, at smávammið húð-