Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 93
Eitt sindur um tuberklasmittuna
99
hesa pínu, tó at ikki eru ávístar rontgenbroytingar hjá 611-
um tilburðum í lunga ella lungarót.
Saman við hesi deildini av subjektivum eyðkennum
hoyrir náttúrliga deildin við pínu millum herðarnar, við
tað at orsokin til sjúkuna má ætlast at vera tann sama;
tað er bert pínan, ið kennist aftantil heldur enn frammantil.
Stingur í síðuni er hjá 39 tilburðum; hesin stingur
kennist ofta sum sterk pína óðrumegin í bringuni, pína sum
ókist við andadráttinum og serliga við djúpum andadrátti.
Henda pína kemur samtíða hitanum og varar hjá helvtini
av tilburðinum í 1 ella 2 vikur; hjá hinari helvtini heldur
pínan við sterkari ella linari og endar við lugnahindu-
bruna um nakrar mánaðar. 20 tilburðir hóvdu hesar áhald-
andi pínu, hjá einstókum við lina uppímillum; teir fingu
allir vatn á lunguni. Eisini er eyðkent fyri hesa pínu, at
hon hjá óllum tilburðunum er somumegin, sum róntgen-
broytingarnar eru ávístar, tað veri lungarótseitlar, troti
ella lungnahindubruni.
Við trota í lunganum síggja vit ofta, at sjúklingarnir
vísa á pínuna júst har sum trotin er, eins við lungahindu-
bruna ofta ríkir har sum sjúklingurin hevur ilt.
Hesar 3 deildir av eyðkennum: pína aftan fyri bringu-
beinið, stingur í síðuni, pína millum herðarnar, og vit kúnnu
kanska taka hosta við, kunnu vit náttúrliga avgera sum
undireyðkenni fyri og beinleiðis fylgju av nýsmittubroyting-
um í lungarótini, lungahinduni og lungaholdinum.
Pína aftan fyri bringubeinið, stingur í síðuni ella pína
millum herðarnar mega ætlast at vera týðingarmikil eyð-
kenni hjá tilburðum við hita, bæði hjá bórnum og vaksnum,
og væl má verða ansað eftir, um tuberkulinvend er hjá
tilburðinum.
Har afturat eru umframt einstakar tilburðir av pínu
í liðunum, hálsilsku, vaml og spýggju — 14 tilburðir við
móði. Hesir síðstu hava gingið uppi við hita. Beinan vegin
sjúklingur við smittuhita sleppur at liggja í seingini, kennir
hann sær at kalla einki mein. Hóast sjúklingurin hevur hita