Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 62
68
Eitt sindur um tuberklasmittuna
undurin heldur fram, at calmettekoppseting eigur at fara
fram í vistarhúsum, tí vandin hjá teimum tuberklanegativu
er so stórur, og hann tekur fram, at tær sokallaðu krímsjúk-
ur í skúlum og heimum ofta eru miskendar tuberklafar-
sóttir.
Scheel hevur í 1938 kunngjórt eitt tilfar uppá 229 til-
burðir av nýsmittu hjá vaksnum, tey flestu í 14—18 ára
aldri. Avgerðin nýsmitta styðjaði seg hjá 202 tilburðum til
knútarósin (erythema-nodosum) við positivari og í flestum
fórum ógviliga sterkari tuberkulinvísing. 36 av hesum
202 tilburðum vístu negativt við tuberkulinroynd, áðrenn
tey fingu knútarósin, men hjá teimum 27 tilburðunum, sum
eftir eru av tilfarinum, og sum hóvdu onnur byrjanar-eyð-
kenni enn knútarósin (erythema-nodosum), var ávíst nega-
tiv tuberkulinvísing, áðrenn tey gjórdust sjúk. Tær nýttu
tuberkulinroyndirnar vóru Pirquet-royndir.
Radiologisk rannsókn varð gjórd við ðllum tilburðunum
tætt upp at — dagar, vikur ella fáar mánaðir frá — tuber-
kulinvendini. Henda rannsókn vísti: 80 hóvdu fríska rðnt-
genmynd, 43 hóvdu sjúkukendar skuggar á lungarótini, og
106 á lungunum.
Hjá o. u. */3 av tilburðunum byrjaði vendin við sjúkdóms-
eyðkennum frá rovunum á andadráttarleiðini, vanliga háh-
illska, ofta við roða í svólgrovuni, hosti, og av og á kom okk-
urt upp, við hvórt pína aftan fyri bringubeinið, av og á oyrn-
ábruni ella bruni á eygnahvítanum. Hesi eyðkenni hóvdu
viðhvórt við sær hita.
Scheel tekur f(am, at svullur á lungarótini er oftari hógru
enn vinstru megin og finnur í 70 % av tilburðunum nýdepl-
ar í hógra lunga, og mest í mittasta lungaókinum.
Hetta er tí, heldur hóvundurin, at greiningin av barka og
lungnapípum er so skapað, at luftin hevur lættari at fara
í hðgra lunga enn vinstra.
Hjá hesum 229 tilburðum komu seinri hesar tuberkla-
sjúkur:
19 lungnahindubruni