Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 56
62
Eitt sindur um tuberklasmittuna
at fáa fram eitt vist lutfallstal av tuberkulinvendum. Trupul-
leikar verða tó við at fáa royndirnar endurtiknar nóg tíðum,
og hetta minkar almikið um tær tilætlaðu upplýsingar um
tey tuberkulinvendu.
Skráseta vit nú tey fingnu úrslitini eftir bústaðnum
hjá teim kannaðu, verður henda tuberkulinskrá góð hjálp í
arbeiðinum at finna tuberkulinvend fólk, tí hon gevur virðis-
miklar upplýsingar um smktuviðurskiftini hjá tuberklunum
í tí kannaða umdomi, upplýsingar sum eru nágrannari, tess
minni og meira avmarkað hitt kannaða umdomi er.
ELDRI RANNSÓKNIR
Longu í 1901 nevndi Isager í disputatsi sínum 3 tii-
burðir av nýfingnari tuberklasmittu. Dr. Isager var tá lækni
í Jyllandi. Merkilig evni hevur hesin maður at ansa eftir
og at kanna sjúkur, tá ið hugsað verður um, at hann tá
hevði eingi tól til hjálpar uttan hitamátara (termometur),
lurt (stetoskop) og sjóneyku (mikroskop). Kannan av tu-
berklabacillum var tá heilt nýggj. Robert Koch fann tu-
berklabacilluna í 1882. Kortini var Dr. Isager forur fyri
at avgera nýsmittuhita uttan tuberkulinroynd ella rontgen.
Hann gjórdi vart við, at tuberklanýsmitta hevði llyndi til
at stingast upp sum smáar staðfestar, sera avmarkaðar far-
sóttir, og hann tók fram, hvussu skjótt tuberklasjúka og
andlát koma aftan á smittuvandatíðina.
Hesir 3 nevndu sjúklingar fingu hógan hita o. u. 6
vikur eftir, at teir hóvdu verið fyri herviligari smittu. Henda
hita nevnir Isager smittuhita (invasionsfeber). Ein av sjúk-
lingunum, ein 6 ára smádrongur, fekk knútarósin (erythema
nodosum) fáar dagar eftir, at hitin var byrjaður. Við fram-
vegis kannan av hesum trimum tilburðum sóust seinri eyð-
kendir tuberklar.
í 1916 lýsti Koch 3 tilburðir — 2 pinkubórn og ein 4
ára smádrong — við hógum hita í sambandi við smittu.
Hetta, hiti og smitta, komu o. u. 7 vikur eftir at tey hóvdu