Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 20
26
Nausea epidemica i Fóroyum.
hendi tað ongantíð, at oll í sama heimi vórðu sjúk. Við
hvort fekk bert eitt sjúkuna. Hvussu tað sjúkdómselvandi
virus var komjð inn í likamið er ókent. Sjúkan breiddist
fyrst og fremst innanveggja í húsinum.
Tilgerðartíðin var ivaleyst stutt. Tað gingu vanliga
1—3 dagar ímillum 1. sjúkudag hjá teimum ymisku hús-
fólkunum; men tað kundu ganga upp til 11 samdogur
ímillum 1. og 2. sjúkutilburð í sama húsi. Hetta sigur
sjálvandi ikki, at tilgerðartíðin hevur verið so long. Tann,
sum seinast varð sjúkur, kundi vera smittaður uttanhýsis.
Hjá einum sjúklingi kunnu vit avgera tilgerðartíðina ná-
greiniliga. Meðan umfarsjúkan í M í 1938 var á hæđdini
vóru tvey konufólk úr bygdini N har og vitjaðu. Tær vóru
har frá kl. 16 til kl. 21. Júst 1 samdogur seinni gjordist
annað av hesum konufólkunum sjúkt. Tilgerðartíðin var
tá 1 samdogur. Hitt konufólkið varð sjúkt, tá ið uppaftur
1 samdogur var liðið. Hon kundi vera vorðin smittað í M
ella av vinkonuni. Varð hon smittað í M, verður longdin á
tilgerðartíðini 2 samdogur. Er vinkonan smittukeldan, verð-
ur tilgerðartíðin 1 samdogur eisini hjá henni.
Ikki altíð gjordust fólk órinin aftaná sjúkuna. Ein ung
kona í L fekk t. d. umfarsjúkuna báðar ferðir, hon gekk í
bygdini. Hon kendi sjúkuna aftur, tá hon í 1944 gjdrdist
sjúk 2’ ferð. í 2 oðrum húsum í L. gekk sjúkan bæði í 1938
og 1944. Her eirdi sjúkan í 1944 ollum teimum fólkum,
sum sjúk hovdu verið í 1938. Men tá ið sjúkan var liðug í
1944, vóru enn fólk í báðum húsum, sum hvorki hovdu
verið sjúk i 1938 ella í 1944. Vit kunna tí ikki siga, at tey,
sum sjúk hovdu verið 1938, sluppu undan sjúkuni í 1944
orsakað av órini.
Hjá smábornum var sjúkan ikki so eyðkend sum hjá
vaksnum. Hon var vanliga linari og vardi styttri. Við tað
at nógv av teimum mest sermerktu sjúkueyðkennum (orilsi,
hovuðpína, vaml, pína o. a.) eru mein, sum einans sjúkl-
ingurin sjálvur kennir og bert kunna koma læknanum til
kunnleika við tí, hin sjúki sjálvur greiðir frá, var tað hjá