Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 16
22
Nausea epidemica í Foroyum.
sjúkan, A. Rischel1 greiðir frá í 1935: Epidemisk nausea?
(Anholt), E. Juel Henningsen2 nevnir í 1936: Ejendomme-
lig Epidemi i Roskilde December 1935 (og í Filadelfia
1935), og sum tann umfarsjúkan, sum Tage Meyling* sá í
hesum býi í 1943 og lýsti í 1944. Afturat koma so ritgerðir
H. Heidemanns4 og Ejnar Sylvests5 frá 1949. Hetta eru
alt greinir, sum prentaðar hava verið í Ugeskrift for Læ-
ger-
Umfarsjúkur av júst sama slag eru eisini kendar aðra
staðni enn í Danmark og Foroyum, men tilburðirnir á An-
holt, í Roskilde (og í Filadelfia), sum A. Rischel og E. Juel
Henningsen hava skrivað um ávikavist í 1935 og 1936,
tykjast at vera tær fyrstu. I Stóra Bretlandi hava verið
fleiri tilburðir. Hann, ið hetta skrivar, kennir fýra, sum
eru sera átokir omannevndu donsku. 2 teir fyrstu vóru í
1936, hin triðji í 1938 og fjórði í 1942. Undir yvirskrift-
ini »Epidemic nausea and vomiting« er skrivað um hesar
tilburðir í British Medical Journal, og víst verður til om-
annevndu donsku ritgerðir frá 1935—36: R. Miller & M.
Raven6 1936, C. J. Storrs7 1936,/. D. Grey8 1939 og W. H.
Bradley^ 1943. Tað er vert at geva gætur, sigur C. J. Storrs,
tá hann skrivar um umfarsjúkuna, sum í februar 1936 kom
til eitt bygdarlag í Cornwall, at ein flokkur av Donum búði
í hesum sama bygdarlag um heystið 1935. »Vit tora kortini
ikki at geva teimum skuldina fyri ta umfarsjúkuna, sum fór
at ganga fleiri mánaðir eftir, at tey vóru farin. Ígerðartíðin,
sum er ógvuliga stutt hjá nausea epidemica, verður, um
hesir Danir eru uppruni sjúkunnar, alt ov long — fleiri
mánaðir. Vit vita heldur einki um, at teir donsku gestirnir
vóru sjúkir.«
Nausea epidemica er eitt navn, sum eigur at vera vart
umfarsjúkum við somu eyðkennunum sum henda. Hetta er
so ein sjúka, sum kemur brádliga, sum snarljós av klárum
himni, herjar á mong — bæði tilkomin og born — í stutta
tíð og á trongum umdomi. Hon hevur fleiri ferðir gingið
sum umfarsjúka, ikki bert í vissum bygdalogum og býum,