Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 16

Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 16
22 Nausea epidemica í Foroyum. sjúkan, A. Rischel1 greiðir frá í 1935: Epidemisk nausea? (Anholt), E. Juel Henningsen2 nevnir í 1936: Ejendomme- lig Epidemi i Roskilde December 1935 (og í Filadelfia 1935), og sum tann umfarsjúkan, sum Tage Meyling* sá í hesum býi í 1943 og lýsti í 1944. Afturat koma so ritgerðir H. Heidemanns4 og Ejnar Sylvests5 frá 1949. Hetta eru alt greinir, sum prentaðar hava verið í Ugeskrift for Læ- ger- Umfarsjúkur av júst sama slag eru eisini kendar aðra staðni enn í Danmark og Foroyum, men tilburðirnir á An- holt, í Roskilde (og í Filadelfia), sum A. Rischel og E. Juel Henningsen hava skrivað um ávikavist í 1935 og 1936, tykjast at vera tær fyrstu. I Stóra Bretlandi hava verið fleiri tilburðir. Hann, ið hetta skrivar, kennir fýra, sum eru sera átokir omannevndu donsku. 2 teir fyrstu vóru í 1936, hin triðji í 1938 og fjórði í 1942. Undir yvirskrift- ini »Epidemic nausea and vomiting« er skrivað um hesar tilburðir í British Medical Journal, og víst verður til om- annevndu donsku ritgerðir frá 1935—36: R. Miller & M. Raven6 1936, C. J. Storrs7 1936,/. D. Grey8 1939 og W. H. Bradley^ 1943. Tað er vert at geva gætur, sigur C. J. Storrs, tá hann skrivar um umfarsjúkuna, sum í februar 1936 kom til eitt bygdarlag í Cornwall, at ein flokkur av Donum búði í hesum sama bygdarlag um heystið 1935. »Vit tora kortini ikki at geva teimum skuldina fyri ta umfarsjúkuna, sum fór at ganga fleiri mánaðir eftir, at tey vóru farin. Ígerðartíðin, sum er ógvuliga stutt hjá nausea epidemica, verður, um hesir Danir eru uppruni sjúkunnar, alt ov long — fleiri mánaðir. Vit vita heldur einki um, at teir donsku gestirnir vóru sjúkir.« Nausea epidemica er eitt navn, sum eigur at vera vart umfarsjúkum við somu eyðkennunum sum henda. Hetta er so ein sjúka, sum kemur brádliga, sum snarljós av klárum himni, herjar á mong — bæði tilkomin og born — í stutta tíð og á trongum umdomi. Hon hevur fleiri ferðir gingið sum umfarsjúka, ikki bert í vissum bygdalogum og býum,
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.