Fróðskaparrit - 01.01.1993, Blaðsíða 167
LIMIR í FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR SEINASTU 10 ÁRINI
171
Tróndheimi. Hann legði frá sær í 1968.
Annað stórverk hansara fyri føroyskt mál er
“Litt om framvoksteren av det færoyske
skriftmálet”, ið varð prentað í greinasavn-
inum “Skriftsprák i utvikling. Tiársskrift
for Norsk spráknemnd, Oslo 1964.
í Fróðskaparrit hevur hann skrivað grein-
ina:
1964. Kring J.H. Schrølers omsetjing av Matteus-
Evangeliet, 1823. 13. bók: 235-262.
Jón Helgason, 30. juni 1899 -
19. januar 1986.
Jón Helgason, professari í Keypmannahavn
varð borin í heim á Rauðagili í Hálsaveit í
Borgarfírði. Faðir hansara var bóndi. Hann
tók studentsprógv í Reykjavík 1916, las
norrøn frøði við lærda háskúlan í Keyp-
mannahavn, varð doktari við Háskóla
Islands 1926 fyri ritgerð um Jón Olafsson
Grunnvíking, skrivara Arna Magnússonar.
Eftir tað var hann professari í íslendskum
máli og bókmentum við lærda háskúlan í
Osló og síðan (1927) bókavørður á Áma
Magnussonar savni í Keypmannahavn. Har
tók hann við eftir Finn Jónsson í 1929 sum
professari í fomíslendskum máli og bók-
mentum. Samtíðis varð hann fyristøðumað-
ur fyri Ámasavni. Hesi størv røkti hann, til
hann legði frá sær fyri aldur.
Hann hevur skrivað hópin av bókum og
greinum um frøðigrein sína og hevur har-
umframt verið stórvirkin útgevari av fom-
um íslendskum handritum. Hann var m.a.
ritsjóri á útgávurøðini Bibliotheca Ama-
magnæana. Serligan áhuga okkara man
hava útgáva hansara av íslendskum forn-
kvæðum, t.e, kvæðum átøkum okkara
dansikvæðum. Hann var gitin fyri at vera
vandin útgevari, ið setti strong krøv til sín
sjálvs og teirra, ið hann starvaðist saman
við.
Á ungum studentsárum kom hann til
Føroya at vera lærari á skeiði í íslendskum,
sum Føroya kennarafelag, sum lærarafelag-
ið æt tá, skipaði fyri. Hann hevði tilhald á
háskúlanum hjá Símuni av Skarði. Hetta
man hava givið kveikin til tann alsk, hann
alla ævi hevði til føroysk mál, sum hann
talaði og skrivaði ikki bert lýtaleyst, men av
list og stílsnild. Aftur at sínum stóra verki
um íslendskar mentir hevur hann eisini giv-
ið sær stundir at skriva um føroysk evni.
Hann hevur skrivað hesar greinar um
Føroyar í Fróðskaparrit og í øðrum tíðarrit-
um eisini:
1922. Flóvants ríma. Varðin 2: 111-117.
1924. Færøiske studier, 1. Den ældste optegnelse af
færøske kvad 2. Ljómur pa Færøeme. Maal og
Minne. Oslo: 29-48.
1931. Tvey gomulføroysk skrift. Varðin 11:65-84.
1932, saman við Janusi Øssurssyni. íslendsk lesibók.
Keypmannahavn.
1932. Lucas Debes. Føroyingafelagshefti 2. Keyp-
mannahavn.
1945. Ljómumar. Utiseti (I). Keypmannahavn: 19-29.
1951. Kongsbókin úr Føroyum. Utiseti VI. Keyp-
mannahavn: 101-122.
1952. Nøkur orð aftrat um kongsbókina. Utiseti VII.
Keypmannahavn: 113-115.
1964. Jófreys kvæði. 13. bók: 140-157.
1970. Priðji íhaldskarl. 18. bók: 206-226.