Fróðskaparrit - 01.01.1993, Blaðsíða 61

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Blaðsíða 61
KONTRABÓKIN - TRUCK-SKIPANIN f FØROYUM 1856-1939 65 at fáa arbeiðsfólk í Havn at senda hjálp. Tað kom ein motorbátur við vøru fyri einar 1800 kr at halda hungrinum frá durunum. Keypmennimir vóm kortini so mikið at sær komnir, at teir ikki settu óneyðuga hart móti hørðum, og alt endaði við, at tann verandi sáttmálin um tímalønina var galdandi (Nolsøe, 1986:100). Hetta er einasta funna dømi, sum sýnir, at tað at lata aftur fyri kredittinum kundi nýtast sum vápn í arb- eiðsmarknaðartrætum. Tað eru eisini dømi um menn, sum mistu nógvan “innlánspening” í 1920-unum, sum teir høvdu sett í handlar. Dømi er um menn, sum mistu bæði 30.000 og 70.000 kr. Útgangur Aðrastaðni (Joensen, 1982:452ff; 1985: 134ff) havi eg við fleri dømum úr innsavn- aðum tilfari greitt frá, hvussu fólk upplivdu kontrabókskipanina. Bæði tá hon virkaði, og tá hon so við og við datt sundur. Eisini havi eg borið hetta tilfar saman við frá- greiðingar amtslæknans, sum geva eina frá- líka tíðarmynd, og har viðurskiftini í Før- oyum eisini verða sett í samband við tað, sum hendi uttanfyri Føroyar, t.d. borgara- kríggið í Spania. Hetta skal ikki verða end- urtikið her. Tað stutta av tí langa var, at kontrabók- skipanin hevði yvirlivað seg sjálvan, tá vit komu til tríatiárini, hóast nýhugsan av ym- iskum slag. Tvær handilsfyritøkur, S.P. Pet- ersen, Fuglafirði og J. F. Kjølbro, Klaksvík, kom í 1930 og ávíkavist 1931 við metal- merkjumí at nýta í staðin fyri pening. Hesin “peningur” var í umfari í hálvfjórða ár, áðr- enn hann var bannaður, og farið var aftur til kontrabøkumar (Hansen, 1983:16). Arb- eiðsmannafeløgini vóru frá byrjan ímóti hesum tiltaki (Jóansson, 1975:56). Royndir við slíkum “peningi” vóm eisini gjørdar í íslandi (Magnusson, 1990:66f), so hetta var ikki serføroyskt fyribrigdi. Farið var so aftur til kontrabøkumar, men nú vóru tað bert tey einstøku, sum fingu loyvi at keypa upp á borg: Hjá Kjølbro vóru tað bert ser- liga álítandi fólk, sum fingu loyvi at hava kontrabøkur. Tann sum skyldaði, fekk ikki loyvi at hava kontrabók. Og so høvdu teir listar - svartalistar, tann sum stóð á svarta- listanum fekk einki, tí hann skyldaði. Svartalistin hekk í hvørjum handli hjá Kjøl- bro. Nøvnini stóðu ikki á listanum, men tey, sum í handlinum vóru, vistu, hvør hesifólk- ini vóru. Hini arbeiðsfólkini frættu hetta eisini (Føroya Fomminnasavn, FSN. 728:19). Truck-skipanin gjørdi sítt til at fíggja før- oyska vinnulívið frá aldarskiftinum og frameftir, men hon kom eisini at binda fiskimann/arbeiðsfólk og keypmann/út- gerðarmann alt ov fast saman. Skipanin bar eina tíð dám av at vera eitt trygdamet hjá fiskimonnum, sum kundu keypa upp á borg, til avrokningin kom. Teir, sum hóast útistandandi skuld tey flestu árini fmgu mest burtur úr hesi skipan, vóru kortini keypmenninir. At enda var hon eisini fleiri av teimum at bana. Kontrabókskipanin varð til eitt haft um beinini á øllum. Skipanin var mnnin í stein, var vorðin til eitt búskap- arligt fossil. Arbeiðsmannafeløgini kravdu lønina útgoldna í hondina, og eisini arb- eiðsgevaramir og vinnulív ynsktu eina broyting í viðurskiftunum (Betænkning, 1939). Sjóvinnubankin varð stovnaður í 1932. Hesin bankin hevði føroyskan kapital
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154
Blaðsíða 155
Blaðsíða 156
Blaðsíða 157
Blaðsíða 158
Blaðsíða 159
Blaðsíða 160
Blaðsíða 161
Blaðsíða 162
Blaðsíða 163
Blaðsíða 164
Blaðsíða 165
Blaðsíða 166
Blaðsíða 167
Blaðsíða 168
Blaðsíða 169
Blaðsíða 170
Blaðsíða 171
Blaðsíða 172
Blaðsíða 173
Blaðsíða 174
Blaðsíða 175
Blaðsíða 176
Blaðsíða 177
Blaðsíða 178
Blaðsíða 179
Blaðsíða 180

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.