Fróðskaparrit - 01.01.1993, Qupperneq 61
KONTRABÓKIN - TRUCK-SKIPANIN f FØROYUM 1856-1939
65
at fáa arbeiðsfólk í Havn at senda hjálp. Tað
kom ein motorbátur við vøru fyri einar
1800 kr at halda hungrinum frá durunum.
Keypmennimir vóm kortini so mikið at sær
komnir, at teir ikki settu óneyðuga hart móti
hørðum, og alt endaði við, at tann verandi
sáttmálin um tímalønina var galdandi
(Nolsøe, 1986:100). Hetta er einasta funna
dømi, sum sýnir, at tað at lata aftur fyri
kredittinum kundi nýtast sum vápn í arb-
eiðsmarknaðartrætum.
Tað eru eisini dømi um menn, sum mistu
nógvan “innlánspening” í 1920-unum, sum
teir høvdu sett í handlar. Dømi er um menn,
sum mistu bæði 30.000 og 70.000 kr.
Útgangur
Aðrastaðni (Joensen, 1982:452ff; 1985:
134ff) havi eg við fleri dømum úr innsavn-
aðum tilfari greitt frá, hvussu fólk upplivdu
kontrabókskipanina. Bæði tá hon virkaði,
og tá hon so við og við datt sundur. Eisini
havi eg borið hetta tilfar saman við frá-
greiðingar amtslæknans, sum geva eina frá-
líka tíðarmynd, og har viðurskiftini í Før-
oyum eisini verða sett í samband við tað,
sum hendi uttanfyri Føroyar, t.d. borgara-
kríggið í Spania. Hetta skal ikki verða end-
urtikið her.
Tað stutta av tí langa var, at kontrabók-
skipanin hevði yvirlivað seg sjálvan, tá vit
komu til tríatiárini, hóast nýhugsan av ym-
iskum slag. Tvær handilsfyritøkur, S.P. Pet-
ersen, Fuglafirði og J. F. Kjølbro, Klaksvík,
kom í 1930 og ávíkavist 1931 við metal-
merkjumí at nýta í staðin fyri pening. Hesin
“peningur” var í umfari í hálvfjórða ár, áðr-
enn hann var bannaður, og farið var aftur til
kontrabøkumar (Hansen, 1983:16). Arb-
eiðsmannafeløgini vóru frá byrjan ímóti
hesum tiltaki (Jóansson, 1975:56). Royndir
við slíkum “peningi” vóm eisini gjørdar í
íslandi (Magnusson, 1990:66f), so hetta var
ikki serføroyskt fyribrigdi. Farið var so
aftur til kontrabøkumar, men nú vóru tað
bert tey einstøku, sum fingu loyvi at keypa
upp á borg: Hjá Kjølbro vóru tað bert ser-
liga álítandi fólk, sum fingu loyvi at hava
kontrabøkur. Tann sum skyldaði, fekk ikki
loyvi at hava kontrabók. Og so høvdu teir
listar - svartalistar, tann sum stóð á svarta-
listanum fekk einki, tí hann skyldaði.
Svartalistin hekk í hvørjum handli hjá Kjøl-
bro. Nøvnini stóðu ikki á listanum, men tey,
sum í handlinum vóru, vistu, hvør hesifólk-
ini vóru. Hini arbeiðsfólkini frættu hetta
eisini (Føroya Fomminnasavn, FSN.
728:19).
Truck-skipanin gjørdi sítt til at fíggja før-
oyska vinnulívið frá aldarskiftinum og
frameftir, men hon kom eisini at binda
fiskimann/arbeiðsfólk og keypmann/út-
gerðarmann alt ov fast saman. Skipanin bar
eina tíð dám av at vera eitt trygdamet hjá
fiskimonnum, sum kundu keypa upp á
borg, til avrokningin kom. Teir, sum hóast
útistandandi skuld tey flestu árini fmgu
mest burtur úr hesi skipan, vóru kortini
keypmenninir. At enda var hon eisini fleiri
av teimum at bana. Kontrabókskipanin varð
til eitt haft um beinini á øllum. Skipanin var
mnnin í stein, var vorðin til eitt búskap-
arligt fossil. Arbeiðsmannafeløgini kravdu
lønina útgoldna í hondina, og eisini arb-
eiðsgevaramir og vinnulív ynsktu eina
broyting í viðurskiftunum (Betænkning,
1939). Sjóvinnubankin varð stovnaður í
1932. Hesin bankin hevði føroyskan kapital