Fróðskaparrit - 01.01.1993, Blaðsíða 4
8
BÁTSBANDIÐ
tá ið hann undir viðgerðini av evninum í
bókini Hestsøga undraði seg yvir, at bert
tann eini báturin í Hesti var undir bátsband-
inum. Hvørki hann ella nakar av bygdarfe-
løgum hansara vistu nakra orsøk, hví so
var15. Heldur ikki í eldri rættarmálum um
bátshald vinnur áskoðanin frama, og í teim-
um sera upplýsandi tabellunum, Løbner
kommandantur lat gera yvir búskaparstøðu
føroyinga í 1814, er púra greitt, at eisini
óðalsmenn kundu hava ogn í stórum báti.
Flestu keldumar em tó samdar um, at
samband var millum at sita við jørð og at
eiga í báti, og sambært frágreiðingini hjá
amtmanninum var jørðin ein høvuðsspum-
ingur í bátsbandsskipanini. Fyri at koma
kjamuni nærri, er tí neyðugt at meta um,
hvørjum sambandið kann hava verið sam-
ansett av. Sum so mangan í føroyskari søgu,
er keldutilfarið illa atkomuligt. Men ein
kelda er, ið kann benda okkum á leið. Hon
er tær áðumevndu tabellimar frá 1814, sum
bæði geva upplýsingar um jørð og bát.
Tabellir Løbners
I tabellunum hjá Løbner verða skrásett øll
húski í Føroyum og fíggjarliga støði teirra í
kongsjørð, óðalsjørð, uppsitarajørð, neyt-
um, seyði, fugli, sákomi, bátspørtum og
pørtum í fiskiveiði. Tabellimar geva tí eis-
ini møguleikar fyri at kanna, í hvønn mun
samband var ímillum ogn í stómm báti og
jørð.
Tabellimar nevna bert tær tríggjar báta-
støddimar, fýramannafør, seksmannafør og
áttamannafør. Hesar vóm tær vanligastu,
men líkt er til, at aðrar bátastøddir em rokn-
aðar upp í hesar. Harafturat nevna tær bert
bátar, ið vóm fiskifør, og ikki bátar, sum
vórðu nýttir til flutning ella grind burturav.
271 fýramannafør, 85 seksmannafør og
127 áttamannafør vóm í Føroyum í 1814.
Fólkatalið var 5247 býtt millum 1853
húski. Havnin er einasta pláss í landinum,
har tabellimar ikki gera upp hvørt húski
sær. Har vóm 522 fólk, 154 húski, 7 átta-
mannafør og 25 fýramannafør. Verður
Havnin ikki tikin við, vóru 1699 húski í
Føroyum. Av teimum áttu 329 ella 19%
part í áttamannafari og 175 ella 10% part í
seksmannafari. 80 húski ella 5% áttu bæði
part í áttamannafari og seksmannafari. 404
ella 24% av øllum húskjum uttanfyri Havn-
ina høvdu sostatt ogn í stómm báti.
Trý av teimum 404 húskjunum við báti
em ikki skrásett við jørð, og talan er helst
um serlig viðurskifti. Tey 401 húskini, ið
eftir verða, vóm 46% av teimum, ið sótu
við jørð, t.v.s. 876 húski. Hetta er í samsvari
við viðmerkingamar til fólkatingslógina
um, at bert ein partur av teimum, ið sótu við
jørð, áttu í stómm báti við sambandi til
bátsbandsskipanina. Men spumingin,
hvørjum sambandið millum jørð og bát var
samansett av, greiðir hetta ikki.
Ein ábending um tað fæst tó í tí elsta
rættarmálinum um bátshald, vit hava kunn-
leika um. Tann 1. august 1672 læt tann lóg-
arkøni Petur Antonison í Norðragøtu, sum í
mong ár var løgrættumaður, lesa upp úr-
skurð, fútin hevði gjørt í trætu millum hann
og grannar hansara 14 ár frammanundan.
Urskurðurin segði, at teir, ið búðu á teimum
somu 16 merkmnum, sum Petur búði á,
skuldu rógva á hansara báti16.
Petur Antonison kenna vit eisini úr jarð-
arbókunum. Hann hevði festini í Tjømu-
stovu og Mortansstovu. Tjømustovufestið