Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 4

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 4
8 BÁTSBANDIÐ tá ið hann undir viðgerðini av evninum í bókini Hestsøga undraði seg yvir, at bert tann eini báturin í Hesti var undir bátsband- inum. Hvørki hann ella nakar av bygdarfe- løgum hansara vistu nakra orsøk, hví so var15. Heldur ikki í eldri rættarmálum um bátshald vinnur áskoðanin frama, og í teim- um sera upplýsandi tabellunum, Løbner kommandantur lat gera yvir búskaparstøðu føroyinga í 1814, er púra greitt, at eisini óðalsmenn kundu hava ogn í stórum báti. Flestu keldumar em tó samdar um, at samband var millum at sita við jørð og at eiga í báti, og sambært frágreiðingini hjá amtmanninum var jørðin ein høvuðsspum- ingur í bátsbandsskipanini. Fyri at koma kjamuni nærri, er tí neyðugt at meta um, hvørjum sambandið kann hava verið sam- ansett av. Sum so mangan í føroyskari søgu, er keldutilfarið illa atkomuligt. Men ein kelda er, ið kann benda okkum á leið. Hon er tær áðumevndu tabellimar frá 1814, sum bæði geva upplýsingar um jørð og bát. Tabellir Løbners I tabellunum hjá Løbner verða skrásett øll húski í Føroyum og fíggjarliga støði teirra í kongsjørð, óðalsjørð, uppsitarajørð, neyt- um, seyði, fugli, sákomi, bátspørtum og pørtum í fiskiveiði. Tabellimar geva tí eis- ini møguleikar fyri at kanna, í hvønn mun samband var ímillum ogn í stómm báti og jørð. Tabellimar nevna bert tær tríggjar báta- støddimar, fýramannafør, seksmannafør og áttamannafør. Hesar vóm tær vanligastu, men líkt er til, at aðrar bátastøddir em rokn- aðar upp í hesar. Harafturat nevna tær bert bátar, ið vóm fiskifør, og ikki bátar, sum vórðu nýttir til flutning ella grind burturav. 271 fýramannafør, 85 seksmannafør og 127 áttamannafør vóm í Føroyum í 1814. Fólkatalið var 5247 býtt millum 1853 húski. Havnin er einasta pláss í landinum, har tabellimar ikki gera upp hvørt húski sær. Har vóm 522 fólk, 154 húski, 7 átta- mannafør og 25 fýramannafør. Verður Havnin ikki tikin við, vóru 1699 húski í Føroyum. Av teimum áttu 329 ella 19% part í áttamannafari og 175 ella 10% part í seksmannafari. 80 húski ella 5% áttu bæði part í áttamannafari og seksmannafari. 404 ella 24% av øllum húskjum uttanfyri Havn- ina høvdu sostatt ogn í stómm báti. Trý av teimum 404 húskjunum við báti em ikki skrásett við jørð, og talan er helst um serlig viðurskifti. Tey 401 húskini, ið eftir verða, vóm 46% av teimum, ið sótu við jørð, t.v.s. 876 húski. Hetta er í samsvari við viðmerkingamar til fólkatingslógina um, at bert ein partur av teimum, ið sótu við jørð, áttu í stómm báti við sambandi til bátsbandsskipanina. Men spumingin, hvørjum sambandið millum jørð og bát var samansett av, greiðir hetta ikki. Ein ábending um tað fæst tó í tí elsta rættarmálinum um bátshald, vit hava kunn- leika um. Tann 1. august 1672 læt tann lóg- arkøni Petur Antonison í Norðragøtu, sum í mong ár var løgrættumaður, lesa upp úr- skurð, fútin hevði gjørt í trætu millum hann og grannar hansara 14 ár frammanundan. Urskurðurin segði, at teir, ið búðu á teimum somu 16 merkmnum, sum Petur búði á, skuldu rógva á hansara báti16. Petur Antonison kenna vit eisini úr jarð- arbókunum. Hann hevði festini í Tjømu- stovu og Mortansstovu. Tjømustovufestið
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.