Fróðskaparrit - 01.01.1993, Blaðsíða 60
64
KONTRABÓKIN - TRUCK-SKIPANIN í FØROYUM 1856-1939
standandi peningurin hevur verið, men
helst hevur ein stórur partur verið fyri vørur
keyptar uppá borg ella kontrabók. Sakfør-
arar vóru settir til at krevja inn henda úti-
standandi pening. Tað hevur helst eydnast,
tí árið eftir hevði JME kr. 20.395 í vinningi.
Gongdin hjá A/S J. Mortensen’s Eftf.
1899-1936
Vinningur: Tap:
1899 137.203
1906 122.512
1915 212.345
1918 508.822
1919 594.214
1921 177.470
1922 73.732
1923 55.808
1924 177.470
1925 148.772
1926 248.253*
1927 20.395
1928 88.376
1929 34.275
1930 34.608
1931 32.523
1932 3.222
1933 7.968
1934 32.527
1935 50.000**
* Hetta árið var avgjørt at býta partafelagið í trý,
soleiðis at A/S Hvidenæs og A/S Markøre komu at
verða fyri seg.
** Hetta árið var eingin roknskapur. Talið er ein
meting (Eftir Mortensen, 1988:11 ff)-
Hyggja vit at virkseminum hjá A/S J. Mort-
ensens Eftf. so sæst, at við undantaki av
onkrum árum hevur partafelagið givið
vinning í eitt langt tíðarskeið, men í 1920-
num taka trupulleikar seg upp av álvara, og
har eru ár við stórum tapum. Undirskotið í
1925 og 1926 var stórt, men við at umskipa
fyritøkuna varð gongdin vend til tað betra
fyri partafelagið. Hetta styðjar eisini undir
tað, sum heimildarfólk siga, at tað er í
1920-unum og 1930-unum, at kredittskip-
anin veruliga verður tyngjandi bæði fyri
løntakarar og arbeiðsgevarar. Báðir partar
vóru nú vorðnir fangar í fongsli kontra-
bóksskipaninnar.
Áðrenn hetta var tað at nokta fólki at
keypa meira upp á borg ein hóttan, sum
keypmennir kundu nýta móti viðskiftafólki
sínum, um teir hildu tað vera neyðugt, men
nú, tá tað veruliga var vandi fyri, at alt tað
sum stóð úti, ikki fór at verða goldið, var
kredittskipanin vorðin ein álvarsamur vandi
fyri teir sjálvar og virksemi teirra.
í 1924 vóru fiskaprísimir sera vánaligir,
og fleiri keypmenn vóru fyri stórum tapum.
Keypmenn á Tvøroyri hildu tí, at tað var
best at seta tímalønina niður frá 50 til 35
oyru fyri at fáa alt at hanga saman. Skot-
bráðið var bert tveir dagar. Arbeiðsmennin-
ir kundu ikki góðtaka hetta og streikaðu tí.
Spumingurin var so, hvussu tey 420 arb-
eiðsfólkini skuldu fáa mat í munnin, tí sbrt.
lógum arbeiðsgevaranna á Tvøroyri (Nol-
søe, 1986:100), samtyktar 10. juni 1918,
stóð í grein 7, at medlemmerne af Arbejds-
giverforeningen stár solidarisk sammen.
Ingen medlemmer af Arbejdsgiverforenin-
gen má under en lock out yde den allerrin-
geste kredit til de arbejdere, med hvilke
man ligger i strid. Disse arbejdere má hel-
ler ikke tilstedes adgang til de til arbejds-
giverne tilhørende ro- og motorbáde.
Endin var, at arbeiðsmannafalagið
“Enigheden” sendi telegram til Havnar fyri