Fróðskaparrit - 01.01.1993, Blaðsíða 170
174
LIMIR í FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR SEINASTU 10 ÁRINI
ynski lagt í grunn, ið skuldi veita sømdar-
pening einstaklingum, ið høvdu gjørt eitt-
hvørt munagott føroyskum máli til bata.
Fróðskaparfelag dugnaði hann frá tí
fyrsta og varð limur frá byrjan. Hann var
vísindaligur fyristøðumaður fyri málstovn-
inum, ið varð settur á stovn í 1958. Tað var
vegna Fróðskaparfelagið, at hann gav út
føroysku-donsku orðabókina í 1961. í 1964
helt hann royndarskeið á málstovninum,
tað sum var byrjanin til ársskeiðini í før-
oyskum á Fróðskaparsetrinum. Tá ið hann
fylti 70, hevði felagið ta gleði at kunnu víga
honum 18. bók av Fróðskaparritum sum
heiðursrit. Skald og vísindamaður var hann
av teimum fremstu, ið Føroyar hava fostr-
að. Hesar greinir hevur Chr. Matras skrivað
í Fróðskaparrit:
1952. Ljóðskifti íføroyskum av sama slag sum
“skerpingin" ífrumnorrønum. l.bók: 177-180.
1953. Hvat er íslendska orðið naumur? 2. bók: 20-27.
1953. Fomnorrøntfn verður til føroyskt dn. 2. bók: 28-
35.
1954. Lámh chearr íføroyskum máli. 3. bók: 60-77.
1955. Soppur íføroyskum og sopp í írskum 4. bók: 15-
31.
1956. Caigeann og køkja. 5. bók: 98-107.
1957. Drunnur. 6. bók: 20-33.
1958. Atlantssiðir - Atlantsorð. 7. bók: 73-101.
1959. Føroyanavnið einaferð enn. 8. bók: 39-56.
1962. Blak (Serum Butyri). 11. bók: 7-14.
1962. Finna, peð og bekkur. 11. bók: 26-33.
1964. Sólund: Súlund. 13. bók: 130-139.
1973. Hákon Hamre (minnisorð). 21.bók: 190-192.
1981. Korkadalur. 28.-29. bók: 78-80.
Mortan Nolsøe,
21. juni 1924-25. apríl 1987.
Mortan Nolsøe varð borin í heim suðuri í
Vági. Hann tók studentsprógv í Havn 1942.
í 1946 fór hann at lesa á lærda háskúlanum
í Osló, fyrst norrøna málfrøði, síðan legði
hann høvuðsdent á tjóðminnafrøði við
týskum og enskum sum stuðulsgreinum.
Hann tók cand.mag. prógv í 1960 og mag-
istarastigið (mag.art.) í 1964. Próvritgerðin
var um trúgv og siðir í sambandi við út-
róður í Føroyum, skrivað á føroyskum, og
verður hon prentað í næstum í Færoensia.
í átta ár, 1965-72, starvaðist hann á tjóð-
minnadeild lærda háskúlans í Osló, sum
savnsvørður (konservator). í 1972 kom
hann heim aftur til lands at starvast á Fróð-
skaparsetrinum sum lærari og granskari.
Høvuðsøki hansara var kvæðagransking,
sum hann var kendur og virdur fyri víða um
lond.
Hann hevur verið stórvirkin savnari av
skaldskapi av manna munni, sum hitt stóra
ljóðbandasavnið á Føroyamálsdeildini ber
vitni um. Sera virðismikið er savn hansara
av -miðanøvnum úr øllum landinum.
Staðanøvn hevur hann eisini savnað. Hann
var fyrstur at fáa nøvn á bjørgum fest á
stórar litmyndir. Hann var ein høvuðsmað-
urin at leggja støði undir próvnámini á Før-
oyamálsdeildini. Har kom kunnleiki hans-
ara við arbeiði á lærdum háskúla til góðar.
Hann hevur skrivað hesar greinir í Fróð-
skaparrit:
1959. Um navnaliðin -inga í nøkrum staðanøvnum í
Suðuroynni. 8. bók: 57-65.
1973. Svale Solheim (minnisorð). 21. bók: 183-186.
1976. Ein ‘‘rimnaflokkur" íføroyskari tungulist?. 24.
bók: 46-70.
1977. Navnagávan á føroyskum miðum. 25. bók: 105-
120.
1981. Mangt er sagt um Magnus konga. 28.-29. bók:
30-45.
1989 (1986-87). Eg havi verið við havsins botn og
stundum uppi við ský. 34.-35. bók: 5-22.