Fróðskaparrit - 01.01.1993, Blaðsíða 3
BÁTSBANDIÐ
7
knýti hennara til skipanina av bygdarsam-
felagnum og útsøgnin í lógarviðmerking-
unum um, at skrivað lógargrundarlag var
ikki kent, ábendingar um.
Keldan, danska fólkatingið nýtti undir
viðgerðini av avtøkulógini, var ein frá-
greiðing frá amtmanninum í Føroyum,
Peter Holten7. Hann greiddi frá, at báts-
bandsskipanin bert var galdandi fyri bátar
av slíkari stødd, at teir kundu verða nýttir
um veturin. Frá yngri heimildum vita vit, at
áttamannafarið var mest nýtta bátastødd í
vetrarhálvuni, men eisini at seks- og tíggju-
mannafør vórðu nýtt8. Harafturat hevur
heimildarmaður úr Nólsoy sagt frá, at sum
hann visti, vóru fýramannafør og smærri
bátar ikki undir skipanini9. Smærru báta-
støddimar vórðu serliga nýttar til summar-
útróðurin.
Amtmaðurin greiddi eisini frá, at mann-
ingin til fiskiførini varð fest fyri eitt hálvt ár
í senn við skiftidøgum 1. mai og 1. nov-
ember. Um bátseigarin tá ikki kundi fáa
manning við sjálvbodnari semju, kundi
hann krevja, at sýslumaður útnevndi arb-
eiðsførar menn í bygdini til tænastu, tó so-
leiðis, at eldri bátar høvdu framíhjárætt
fram um yngri10. Yngm heimildimar siga
nakað tað sama, at bátssessimir vórðu festir
á grannastevnu, og at sýslumaður dømdi í
trætum11.
Sambært frágreiðingini hjá amtmannin-
um høvdu nakrir bátar framíhjárættindi at
verða mannaðir fram um aðrar. Hetta verð-
ur tó sagt á slíkan hátt, at ivamál spyrst
burturúr. Teir eldm bátamir høvdu framí-
hjárætt fram um teir yngm. Henda fatan
sæst eisini hjá yngri heimildum12, men illa
hugsandi er tað, at bóndi skal hava góðtik-
ið, at bátur hansara misti framíhjárættinđi
til besta fólkið, bert tí hann hevði fíngið sær
betri og nýggjari far.
Nakrar yngri heimildir geva tó betri fatan
av hesum. Jóan Christian Poulsen í Hesti
sigur frá, at hóast fleiri stórir bátar vóru har
í bygdini, vistu menn bert um tann eina, ið
var undir bátsbandinum13. Eisini í frágreið-
ingum frá gjáarmonnum og mikladals-
monnum sæst henda fatan14. Framíhjárætt-
urin til fólk lá hjá einum ávísum báti, uttan
mun til, hvussu gamal báturin var. Hesin
bátur varð nevndur ‘fymdarbátur’. Tá hann
hevði fingið manning, varð fólkið til hinar
bátarnar býtt.
Við hesum í huga gevur amtmannsins
lýsing betri meining. Tað vóm teir, ið sein-
ast høvdu frngið sær bát sjálvir og ikki
høvdu havt bát frammanundan, ið høvdu
síðsta rætt til manning, og ikki teir, ið
høvdu skift sær bátin út við ein nýggjan.
Yngsti báturin merkti ikki tað sama sum
tann nýggjasti, men tann yngsti í skipanini.
Men allir bátar stóðu undir fymdarbátinum.
Sambært viðmerkingunum til fólkatings-
lógina var ognarrætturin til stóm bátarnar
tilskilaður ávísum av teimum, ið sótu við
jørð. Samband var sostatt millum jørð og
bát. Yngm heimildimar siga nakað tað
sama, at tað vóm bøndurnir, ið høvdu báts-
haldsrættin. Men tær koma ikki nærri inn á
tað, amtmaðurin nevnir, at tað bert var ávís,
og ikki øll jørð, ið átti bátsrætt. Tær sýna tó
ofta ta fatan, at bátshaldsrætturin lá hjá
teimum, ið sótu við kongsjørð.
At einans kongsjørðin átti bátshaldsrætt-
in er tó eitt samband, ið spumaðartekin
kann verða sett við. At hetta kundi vera so,
kom ikki Jóan Christiani Poulsen til hugs,