Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 3

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 3
BÁTSBANDIÐ 7 knýti hennara til skipanina av bygdarsam- felagnum og útsøgnin í lógarviðmerking- unum um, at skrivað lógargrundarlag var ikki kent, ábendingar um. Keldan, danska fólkatingið nýtti undir viðgerðini av avtøkulógini, var ein frá- greiðing frá amtmanninum í Føroyum, Peter Holten7. Hann greiddi frá, at báts- bandsskipanin bert var galdandi fyri bátar av slíkari stødd, at teir kundu verða nýttir um veturin. Frá yngri heimildum vita vit, at áttamannafarið var mest nýtta bátastødd í vetrarhálvuni, men eisini at seks- og tíggju- mannafør vórðu nýtt8. Harafturat hevur heimildarmaður úr Nólsoy sagt frá, at sum hann visti, vóru fýramannafør og smærri bátar ikki undir skipanini9. Smærru báta- støddimar vórðu serliga nýttar til summar- útróðurin. Amtmaðurin greiddi eisini frá, at mann- ingin til fiskiførini varð fest fyri eitt hálvt ár í senn við skiftidøgum 1. mai og 1. nov- ember. Um bátseigarin tá ikki kundi fáa manning við sjálvbodnari semju, kundi hann krevja, at sýslumaður útnevndi arb- eiðsførar menn í bygdini til tænastu, tó so- leiðis, at eldri bátar høvdu framíhjárætt fram um yngri10. Yngm heimildimar siga nakað tað sama, at bátssessimir vórðu festir á grannastevnu, og at sýslumaður dømdi í trætum11. Sambært frágreiðingini hjá amtmannin- um høvdu nakrir bátar framíhjárættindi at verða mannaðir fram um aðrar. Hetta verð- ur tó sagt á slíkan hátt, at ivamál spyrst burturúr. Teir eldm bátamir høvdu framí- hjárætt fram um teir yngm. Henda fatan sæst eisini hjá yngri heimildum12, men illa hugsandi er tað, at bóndi skal hava góðtik- ið, at bátur hansara misti framíhjárættinđi til besta fólkið, bert tí hann hevði fíngið sær betri og nýggjari far. Nakrar yngri heimildir geva tó betri fatan av hesum. Jóan Christian Poulsen í Hesti sigur frá, at hóast fleiri stórir bátar vóru har í bygdini, vistu menn bert um tann eina, ið var undir bátsbandinum13. Eisini í frágreið- ingum frá gjáarmonnum og mikladals- monnum sæst henda fatan14. Framíhjárætt- urin til fólk lá hjá einum ávísum báti, uttan mun til, hvussu gamal báturin var. Hesin bátur varð nevndur ‘fymdarbátur’. Tá hann hevði fingið manning, varð fólkið til hinar bátarnar býtt. Við hesum í huga gevur amtmannsins lýsing betri meining. Tað vóm teir, ið sein- ast høvdu frngið sær bát sjálvir og ikki høvdu havt bát frammanundan, ið høvdu síðsta rætt til manning, og ikki teir, ið høvdu skift sær bátin út við ein nýggjan. Yngsti báturin merkti ikki tað sama sum tann nýggjasti, men tann yngsti í skipanini. Men allir bátar stóðu undir fymdarbátinum. Sambært viðmerkingunum til fólkatings- lógina var ognarrætturin til stóm bátarnar tilskilaður ávísum av teimum, ið sótu við jørð. Samband var sostatt millum jørð og bát. Yngm heimildimar siga nakað tað sama, at tað vóm bøndurnir, ið høvdu báts- haldsrættin. Men tær koma ikki nærri inn á tað, amtmaðurin nevnir, at tað bert var ávís, og ikki øll jørð, ið átti bátsrætt. Tær sýna tó ofta ta fatan, at bátshaldsrætturin lá hjá teimum, ið sótu við kongsjørð. At einans kongsjørðin átti bátshaldsrætt- in er tó eitt samband, ið spumaðartekin kann verða sett við. At hetta kundi vera so, kom ikki Jóan Christiani Poulsen til hugs,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.