Fróðskaparrit - 01.01.1993, Blaðsíða 13
17
Omkring formationen af en nation
Færøerne som unikt og komparabelt eksempel
Et forsøg
Hans Jacob Debes
Úrtak
í hesi grein verður viðgjørt evnið: Hvussu verður eitt
fólk ein tjóð? Grundarlagið fyri viðgerðini er ein roynd
at lýsa, hvussu føroyingar kundu gerast ein tjóð fyri seg.
Samstundis verður roynt at seta tað føroyska
»dømið« inn í altjóða ástøðiligar vísindaligar hugsanir
um, hvussu tjóðir verða til, t.d. um ásannanin um at vera
ein tjóð er eitt úrslit av drúgvum søguligum samlívi, sum
mátti binda fólk saman í eina kensluliga eind, uttan at
neyðugt var at kenna hvørt annað, ella um sjálvt fyri-
brigdið tjóð er »óektað«, »uppfunnið« ella bara »hugs-
að«. Víst verður alla tíðina til altjóða vfsindabókmentir
um hesar spurningar og aðrar, sum hava samband við
høvuðsevnið.
Evnið verður bundið at kjakinum um miðøki og út-
jaðaraøki. f hesum døminum er Danmark fyrst miðøki
og Føroyar útjaðaraøki, men eisini verður víst til eina
føroyska miðju, sum var hin føroyski myndugleikin í
Tórshavn, við bygdasamfeløgunum sum útryðjum og á
samskiftið millum hesar partar.
Dentur verður lagdur á, at í grundini hevði danskur
miðsavnaður myndugleiki lítla ávirkan. Danir vóru bara
heilt fáir f Føroyum, og í Danmark vistu teir lítið ella
einki um Føroyar; teir fylgdu tí vanliga tilráðingum frá
føroyingum. Sostatt kann sigast, at í veruleikanum
ráddu føroyingar sær sjálvum; Føroyar vórðu ikki
stýrdar úr Rentukamarinum ella Kansellinum í Keyp-
mannahavn, so sum vanliga hevur verið hildið.
Víst verður á, at Føroyar ongantíð vóru roknaðar
sum annaðenn eitt land undir Noregs krúnu (til 1814) og
føroyingar sum eitt fólk. Føroyingar høvdu altíð havt
orð á sær fyri at vera eitt óvanliga upplýst fólk, og allir
andligir og verkligir streymar bóru við í Føroyum og
fingu ávirkan her.
í gjøgnum øldirnar mátti vaksa fram ein samkensla
og ein samleiki, sum, tá ið tann tíð kom, mátti bera fram
til eina ásannan um, at føroyingar vóru ein tjóð. Alt
annað hevði verið ónatúrligt. Grundarlagið fyri hesi
samkenslu mátti vera hetta drúgva samlív undir nøku-
lunda felags umstøðum og tann serstaka mentan, sum
mátti koma burtur úr tí, fyrst og fremst hitt føroyska
málið, sum gjørdist sjálvur felagsnevnarin, tá ið tann
nýggja kenslan breyt seg fram. Móðurmálið var sjálvt
grundprógvið um fólksins samleika. Mørk stætta
millum vóru ikki so hvøss, at tey forðaðu samleika-
kenslu.
Fremjandi fyri samleikakensluna vóru tær sam-
felagsbroytingar, sum hendu frá miðjari 19. øld. Til-
verugrundarlagið hjá flestum føroyingum broyttist frá
grundini. Hóast fiskiskapurin og alt, sum hevði samband
við hann, tað skjótt vaksandi fólkatalið, í fyrstu syftu
kundi tykjast upploysandi, so var hann samstundis sam-
felagsliga samanbindandi, við tað at samfelagið meira
enn fyrr gjørdist ein eind.
Men samfelagsbroytingamar kendust eisini sum ein
hóttan móti teirri gomlu mentanini, siðum og máli.
Hesar avbjóðingar máttu fáa eitt mentunarligt aftursvar
- og tað kom við tjóðskaparrørsluni, sum bæði spratt úr
egnum botni og var ávirkað uttaneftir.
Burtur úr ósemjuni um avleiðingamar av teirri
nýggju kensluni kom grundstøðið undir føroyskum poli-
tikki í 19. øld. Tann politikkur, sum aftaná kom, eisini í
1930- og 1940-ámnum, við flokkaspjaðingum og nýggj-
um flokkaskipanum, sum komu burtur úr somu gmnd-
leggjandi ósemju.
í samanberandi samanhangi verður í ástøðiligum lýsi
roynt at vísa á, at føroysk samleikakensla og føroyskur
tjóðskaparpolitikkur ikki fekk ta endaligu avleiðing,
sum vanliga hevur eyðkent slíkar rørslur aðrar staðir í
heiminum: skipanina av føroyskum ríki. Mett verður um
orsakimar til, at hetta varð so.
Fróðskaparrit 41. bók. 1994(1993): 17-53