Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 13
17 Omkring formationen af en nation Færøerne som unikt og komparabelt eksempel Et forsøg Hans Jacob Debes Úrtak í hesi grein verður viðgjørt evnið: Hvussu verður eitt fólk ein tjóð? Grundarlagið fyri viðgerðini er ein roynd at lýsa, hvussu føroyingar kundu gerast ein tjóð fyri seg. Samstundis verður roynt at seta tað føroyska »dømið« inn í altjóða ástøðiligar vísindaligar hugsanir um, hvussu tjóðir verða til, t.d. um ásannanin um at vera ein tjóð er eitt úrslit av drúgvum søguligum samlívi, sum mátti binda fólk saman í eina kensluliga eind, uttan at neyðugt var at kenna hvørt annað, ella um sjálvt fyri- brigdið tjóð er »óektað«, »uppfunnið« ella bara »hugs- að«. Víst verður alla tíðina til altjóða vfsindabókmentir um hesar spurningar og aðrar, sum hava samband við høvuðsevnið. Evnið verður bundið at kjakinum um miðøki og út- jaðaraøki. f hesum døminum er Danmark fyrst miðøki og Føroyar útjaðaraøki, men eisini verður víst til eina føroyska miðju, sum var hin føroyski myndugleikin í Tórshavn, við bygdasamfeløgunum sum útryðjum og á samskiftið millum hesar partar. Dentur verður lagdur á, at í grundini hevði danskur miðsavnaður myndugleiki lítla ávirkan. Danir vóru bara heilt fáir f Føroyum, og í Danmark vistu teir lítið ella einki um Føroyar; teir fylgdu tí vanliga tilráðingum frá føroyingum. Sostatt kann sigast, at í veruleikanum ráddu føroyingar sær sjálvum; Føroyar vórðu ikki stýrdar úr Rentukamarinum ella Kansellinum í Keyp- mannahavn, so sum vanliga hevur verið hildið. Víst verður á, at Føroyar ongantíð vóru roknaðar sum annaðenn eitt land undir Noregs krúnu (til 1814) og føroyingar sum eitt fólk. Føroyingar høvdu altíð havt orð á sær fyri at vera eitt óvanliga upplýst fólk, og allir andligir og verkligir streymar bóru við í Føroyum og fingu ávirkan her. í gjøgnum øldirnar mátti vaksa fram ein samkensla og ein samleiki, sum, tá ið tann tíð kom, mátti bera fram til eina ásannan um, at føroyingar vóru ein tjóð. Alt annað hevði verið ónatúrligt. Grundarlagið fyri hesi samkenslu mátti vera hetta drúgva samlív undir nøku- lunda felags umstøðum og tann serstaka mentan, sum mátti koma burtur úr tí, fyrst og fremst hitt føroyska málið, sum gjørdist sjálvur felagsnevnarin, tá ið tann nýggja kenslan breyt seg fram. Móðurmálið var sjálvt grundprógvið um fólksins samleika. Mørk stætta millum vóru ikki so hvøss, at tey forðaðu samleika- kenslu. Fremjandi fyri samleikakensluna vóru tær sam- felagsbroytingar, sum hendu frá miðjari 19. øld. Til- verugrundarlagið hjá flestum føroyingum broyttist frá grundini. Hóast fiskiskapurin og alt, sum hevði samband við hann, tað skjótt vaksandi fólkatalið, í fyrstu syftu kundi tykjast upploysandi, so var hann samstundis sam- felagsliga samanbindandi, við tað at samfelagið meira enn fyrr gjørdist ein eind. Men samfelagsbroytingamar kendust eisini sum ein hóttan móti teirri gomlu mentanini, siðum og máli. Hesar avbjóðingar máttu fáa eitt mentunarligt aftursvar - og tað kom við tjóðskaparrørsluni, sum bæði spratt úr egnum botni og var ávirkað uttaneftir. Burtur úr ósemjuni um avleiðingamar av teirri nýggju kensluni kom grundstøðið undir føroyskum poli- tikki í 19. øld. Tann politikkur, sum aftaná kom, eisini í 1930- og 1940-ámnum, við flokkaspjaðingum og nýggj- um flokkaskipanum, sum komu burtur úr somu gmnd- leggjandi ósemju. í samanberandi samanhangi verður í ástøðiligum lýsi roynt at vísa á, at føroysk samleikakensla og føroyskur tjóðskaparpolitikkur ikki fekk ta endaligu avleiðing, sum vanliga hevur eyðkent slíkar rørslur aðrar staðir í heiminum: skipanina av føroyskum ríki. Mett verður um orsakimar til, at hetta varð so. Fróðskaparrit 41. bók. 1994(1993): 17-53
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.