Fróðskaparrit - 01.01.1993, Síða 60

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Síða 60
64 KONTRABÓKIN - TRUCK-SKIPANIN í FØROYUM 1856-1939 standandi peningurin hevur verið, men helst hevur ein stórur partur verið fyri vørur keyptar uppá borg ella kontrabók. Sakfør- arar vóru settir til at krevja inn henda úti- standandi pening. Tað hevur helst eydnast, tí árið eftir hevði JME kr. 20.395 í vinningi. Gongdin hjá A/S J. Mortensen’s Eftf. 1899-1936 Vinningur: Tap: 1899 137.203 1906 122.512 1915 212.345 1918 508.822 1919 594.214 1921 177.470 1922 73.732 1923 55.808 1924 177.470 1925 148.772 1926 248.253* 1927 20.395 1928 88.376 1929 34.275 1930 34.608 1931 32.523 1932 3.222 1933 7.968 1934 32.527 1935 50.000** * Hetta árið var avgjørt at býta partafelagið í trý, soleiðis at A/S Hvidenæs og A/S Markøre komu at verða fyri seg. ** Hetta árið var eingin roknskapur. Talið er ein meting (Eftir Mortensen, 1988:11 ff)- Hyggja vit at virkseminum hjá A/S J. Mort- ensens Eftf. so sæst, at við undantaki av onkrum árum hevur partafelagið givið vinning í eitt langt tíðarskeið, men í 1920- num taka trupulleikar seg upp av álvara, og har eru ár við stórum tapum. Undirskotið í 1925 og 1926 var stórt, men við at umskipa fyritøkuna varð gongdin vend til tað betra fyri partafelagið. Hetta styðjar eisini undir tað, sum heimildarfólk siga, at tað er í 1920-unum og 1930-unum, at kredittskip- anin veruliga verður tyngjandi bæði fyri løntakarar og arbeiðsgevarar. Báðir partar vóru nú vorðnir fangar í fongsli kontra- bóksskipaninnar. Áðrenn hetta var tað at nokta fólki at keypa meira upp á borg ein hóttan, sum keypmennir kundu nýta móti viðskiftafólki sínum, um teir hildu tað vera neyðugt, men nú, tá tað veruliga var vandi fyri, at alt tað sum stóð úti, ikki fór at verða goldið, var kredittskipanin vorðin ein álvarsamur vandi fyri teir sjálvar og virksemi teirra. í 1924 vóru fiskaprísimir sera vánaligir, og fleiri keypmenn vóru fyri stórum tapum. Keypmenn á Tvøroyri hildu tí, at tað var best at seta tímalønina niður frá 50 til 35 oyru fyri at fáa alt at hanga saman. Skot- bráðið var bert tveir dagar. Arbeiðsmennin- ir kundu ikki góðtaka hetta og streikaðu tí. Spumingurin var so, hvussu tey 420 arb- eiðsfólkini skuldu fáa mat í munnin, tí sbrt. lógum arbeiðsgevaranna á Tvøroyri (Nol- søe, 1986:100), samtyktar 10. juni 1918, stóð í grein 7, at medlemmerne af Arbejds- giverforeningen stár solidarisk sammen. Ingen medlemmer af Arbejdsgiverforenin- gen má under en lock out yde den allerrin- geste kredit til de arbejdere, med hvilke man ligger i strid. Disse arbejdere má hel- ler ikke tilstedes adgang til de til arbejds- giverne tilhørende ro- og motorbáde. Endin var, at arbeiðsmannafalagið “Enigheden” sendi telegram til Havnar fyri
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168
Síða 169
Síða 170
Síða 171
Síða 172
Síða 173
Síða 174
Síða 175
Síða 176
Síða 177
Síða 178
Síða 179
Síða 180

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.