Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1971, Side 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1971, Side 15
115 Nr. 42. 4. oktober. KUNNGERÐ um útvarpsgjalđ Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarpsgjaldið fyTÍ 1971 fyrisett: I. Hann, ið nýtir radio- móttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 65,00. Menn, ið selja ella um- væla radiotól og nýta rađiomóttakara í virki sínum, svara gjald av einum móttakara í vir- ki sínum. Somuleiðis verða gold- nar 65 kr. árliga fyri: a) Móttakarar, ið eru uppsettir í húsunum hjá loyvishavaranum og sum verða nýttir av arbeiðsgentum, lærlingum, gistandi og øðrum (millum annað av børnum, ið fylt hava 18 ár og sum sjálvi eiga ella nýta radiomóttaka- ra), b) móttakarar í bilum og umborð á skip- um og bátum, c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahús- um, aldursiheimum og tílíkum, d) móttakarar, uppsett- í krambúðum, skriv- stovum, verkstøðum og tílíkum. II. Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. apríl skal gjaldið verða goldið til skrivstovu útvarpsins innan 15. oktober 1971. Um golđið verður aft- an á 15. oktober verður at gjalda eykagjald kr. 2,00. Fyri móttakarar, upp- settir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember, verður at gjalda kr. 32,50. III. Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum, skal boð- ast útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa undan a-t gjalda fyri næsta hálvár. Tann fyrri eigarin hev- ur skyldu at gjalda fyri tað hálvár, hann letur radiomóttakaran í. Um radiomóttakarm gerst ónýtiligur, eigur at boðast útvarpinum frá skrivliga beinanveg- in og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta hálvár. Tey sum ikki gjalda rættstundis koma sam- svarandi lógina um út- varp undir sekt, eins og gjaldið verður pantað. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 4. oktober 1971. Sámal Petersen landsstýrismaður / J. Ellenđersen.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.