Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 52
66
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu og maskin-
hestakreftir,
(3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á land-
leiðina og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya,
flokkað eftir fiskasløgum og nøgd,
(4) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 07°°
GMT,
(5) skipið fylgir vegleiðingum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni,
(6) skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan trokan,
meðan fiskiskapurin fer fram á einum lutfallsliga avmarkaðum øki, og at
(7) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgev-
ur met yvir veiðunøgd.
§ 3. Skip, ið hevur fingið loyvi at veiða svartkjaft, hevur ikki loyvi at reka annan
fiskiskap.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn veiðu eftir svartkjafti, skal
vera fyri seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Frá reglunum í 1. og 2. stk. kann landsstýrið gera undantak fyri royndar-
fiskiskap.
§ 4. I beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta trol við meskum niður í 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta málinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip kemur inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v. m. og fongur koma undir konfiskatión.
Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur,
um førarin av skipinum er skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fara úr gildi kunngerð
nr. 1 frá 2. januar 1981 og kunngerð nr. 9 frá 18. mars 1981.
FØROYA LANDSSTÝRl, 13. apríl 1981.
Olaf Olsen (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus (sign.)