Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 75
89
Nr. 32.
18. mai.
KUNNGERÐ
um
trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar.
Við heimild í § 4, 1. stk. í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á land-
leiðini og í samráð við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Eftir umsókn og við loyvisbrævi frá landsstýrinum er hóast forboðið í kunn-
gerð nr. 20 frá 29. apríl 1981 loyvt við fiskiførum 55 br. reg. t. til støddar og minni at
veiða við troli á landleiðini í niðanfyri nevndu tíðarskeiðum á hesum pørtum av land-
leiðini innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, javnber viðheftu kortskjøl:
Øki 1 a. í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 19.juni 1981, báðir dagar íroknaðir, uttan-
fyri 9 fjórðingar úr landi ímillum tvær linjur, onnur drigin úr Ennibergi (62°23’49”N
og 06°33’38”V) í rættvísandi norðan og hin úr Rivtanga (62°20’30”N 06°58’35”V) í
rættvísandi norðan.
b. í tíðarskeiðunum frá 20. juni 1981 til 21. juli 1981 og frá 3. august til 5.september
1981, í báðum førum báðir dagar íroknaðir, uttanfyri 9 fjórðingar úr landi millum tvær
linjur, onnur drigin úr Settorvu (62°23’36”N og 06°33’00” V) í rættvísandi norðan og
hin úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V) í rættvísandi 68°.
Øki 2. Uttanfyri 6 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Mjóvanesi
(62°07’42”N og 06°35’12”V) í rættvísandi eystan og hin úr Borðuni (61°56’48”N
06°37’30”V) í rættvísandi 117°.
Øki 3. Uttanfyri 6 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Akrabergi
(61°23’38”N 06°40’15”V) rættvísandi 230° og hin úr Ørnanípuni (61°38’48”N
06°58’30”V) rættvísandi 230°.
Øki 4. Uttanfyri 8 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Snoppuni
(62°15’06”N 07°13’58”V) rættvísandi 315° og hin úr Mykineshólmi (vitanum)
(62°05’50”N 07°40’25”V) rættvísandi 315°.
2. stk. Á øki 2, 3 og 4 er troling loyvd í tíðarskeiðinum frá 20. mai til 21. juli 1981 og í
tíðarskeiðinum frá 3. aug. til 5. sept. 1981, í báðum førum báðir dagar íroknaðir.
§ 2. Partroling er ikki loyvd.
§ 3. Troling á ikki-loyvdari leið, ella brot annars móti galdandi trolreglum, jbr.
kunngerð nr. 20 frá 29. apríl- 1981, kemur undir bót, og herafturat kann allur fiski-
reiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v. m. og fongur koma undir konfiskatión.
Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 18. mai 1981.
Olaf Olsen (sign.)
landsstýrismaður . , ,... , ,
/ J. Hilduberg (sign.)
12 — KunnKorðasavn 1981