Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 139
153
Nr. 79.
22. december.
Kunngerð
um
veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyIdugar vørur útflýggjaðar áðrenn gjaldið er goldið.
Við heimild í § 7, 2. stk. í løgtingslóg nr. 15frá27. apríl 1972 um innflutningsgjøld v.
m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Umsókn um undantaksloyvi verður at senda landsstýrinum.
§ 2. Undantaksloyvi verða skrásett hjá tollvaldinum.
§ 3. Listi yvir vørur, ið útflýggjaðar verða sambært undantaksloyvi, skal av
avvarðandi skipsavgreiðslu skjótast gjørligt latast tollvaldinum. Tollkrav um
vantandi vøru verður ikki góðkent av tollvaldinum, uttan so at sagt verður frá hesum
við uppskipanina og beinleiðis fráboðað til tolleftirlitið.
§ 4. Seinast 14 dagar aftan á uppskipan letur vørumóttakarin tollvaldinum øll
pappírir, ið neyðug eru fyri tollingina, t. d. faktura, konnossement o. a.
§ 5. Tá tollvaldið er liðugt við tollingina, fær vørumóttakarin skrivliga frásøgn um
útflýggingarloyvi og um innflutningsgjaldið, ið skal rindast.
§ 6. Innflutningsgjaldið fyri tær vørur, ið eru komnar í einum mánaði, skal verða
goldið í seinasta lagi 20. í triðja mánaðinum eftir.
§ 7. Fyri innflutningsgjaldið verður vørumóttakarin at seta trygd í minsta lagi 30%
av innflutningsgjaldinum í meðal fyri 1 mánað.
§ 8. Straffrenta verður 2% fyri hvønn byrjaðan mánað frá tí degi ov seint er goldið.
§ 9. Gjøld og rentur, ið fallin eru til gjaldingar, kunnu verða heintað við panting.
§ 10. Heldur vøruinnflytari ikki hesar reglur, missir hann rættin til undantaksloyvi.
§ 11. Henda kunngerð fær gildi beinan vegin og samstundis fer kunngerð nr. 26 frá
19. mai 1972 um veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar,
áðrenn gjaldið er goldið, úr gildi.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 22. december 1981.
Torbjørn Poulsen (sign.)
landsstýrismaður
/Johan Djurhuus (sign.)
20 — Kunngerdasavn 1981