Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 57
71
17 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Mykineshólmi
(vitanum) (62°05’50”N 07°40’25”V) og 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”N
07°05’28”V).
1. í tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar íroknaðir, á leiðini
millum 16 og 22 fjórðingar frá grundlinjunum og millum 0° rættvísandi úr Kunoy-
arnakki (62°22’00”N 06°41’00”V) og 5° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N
06°15’00”V).
j. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar íroknaðir, á leiðini
millum 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og longdarstig 05°58’12”V og millum
110° rættvísandi úr Akrabergi (61°23’38”N 06°40'15”V) og 110° rættvísandi úr
Akraleiti (61°34’00”N 06°44’30”V).
k. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar íroknaðir, á økinum
millum linjur, drignar millum hesi 4 støðini og í hesari raðfylgju:
1. 61°26’00”N 08°07’00”V,
2. 61°35’00”N 08°07’00”V,
3. 61°35’00”N 07°50’00”V,
4. 61°21’00”N 07°44’00”V.
Økini eru víst á viðlagda kortskjali.
2. stk. Skovlváð, trol, snurriváð og líknandi net skulu, tá ið skip eru stødd ella sigla á
teimum í 1. stk. nevndu leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðum, har veiða við
hesum reiðskapi ikki er loyvd, hava henda reiðskap burturstúgvaðan á sínum náttúr-
liga staði og trolwirar útsjeklaðar.
3. stk. Landsstýrið kann eftir umsókn gera undantak frá forboðnum í 1. stk., tá ið
talan er um veiðu eftir hummara, skeldjórum, veiðu við rannsóknarendamáli ella til
roynd av fiskireiðskapi. Tílík loyvi skulu altíð vera tíðarbundin.
§ 2. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið
gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm, tá iðtalan er
um bummull, hamp, polyamid fibur ella polyestur fibur; er talan um annað tilfar ikki
smærri meskar enn 145 mm. Tað er ikki loyvt at snøra posan, tó er loyvt at knýta til
undirsíðuna á trolposanum (codendanum) fyri at minka um slit tilfar, ið bert verður
fest framman og á síðurnar á posanum.
2. stk. Frá regluni í 1. stk. verðurtil 31. december 1981 gjørt taðundantak, at loyvt er
at nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net við meski niður í 120 mm, tó skulu
aftastu 8 m av trolinum v. m. ikki hava smærri meskar enn 135 mm.
3. stk. í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti (Trospoterus poutassou), hvítingsbróður
(Trispterus esmarkii) og gullaksi (Argentina) er tó loyvt at hava umborð ella nýta trol
við meskum niður í 16 mm, eftir nebbasild (Ammodytes) 12 mm.
4. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir 1., 2. og 3. stk., skal vera fyri seg
sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
5. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
Veiða við gørnum
§ 3. Veiða við gørnum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd nærri enn 4 fjórðingar
úr landi. Veiða við gørnum er annars ikki loyvd á hesum leiðum í teimum tilskilaðu
tíðarskeiðunum:
a. í tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl innanfyri 24 fjórðingar frá grundlinjunum