Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 142
156
(3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á
landleiðina og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki
Føroya, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd,
(4) skipið dagliga fyrrapartin sigur fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 0700
GMT,
(5) skipið fylgir vegleiðingum frá sjóverjuni, og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni,
(6) skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan trokan,
meðan fiskiskapurin fer fram á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og at
(7) skipið sigur fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis upp-
gevur met yvir veiðunøgd.
§ 3. Skip, ið hevur fingið loyvi at veiða svartkjaft, hevur ikki loyvi at reka annan
fiskiskap.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn veiðu eftir svartkjafti, skal
vera fyri seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Frá reglunum í 1. og 2. stk. kann landsstýrið gera undantak fyri royndar-
fiskiskap.
§ 4. I beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta trol við meskum niður í 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum
neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta málinum lætt-
liga ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip kemur inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiski-
reiðskapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v. m., og fongur koma undir konfiskatión.
Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur,
um førarin av skipinum er skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. januar 1982. Samstundis fara úr gildi
kunngerð nr. 17 frá 15. apríl 1981, kunngerð nr. 60frá 2. oktober 1981 og kunngerð nr.
71 frá 9. oktober 1981.
FØROYA LANDSSTÝRI, 28. december 1981.
Pauli Ellefsen (sign.)
løgmaður
/ Arni Olafsson (sign.)
skrivstovustjóri