Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 103
117
Nr. 50.
9. september.
Løgtingslóg
um
broytingar í rcglunum um serligt innflutningsgjald.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa
løgtingslóg:
§ 1. í løgtingslóg nr. 9 frá 27. apríl 1961 við seinri broytingum um serligt
innflutningsgjald verður í § 1 í staðin fyri »13%« sett »20%«.
I § 2 verða gjørdar hesar broytingar:
Punkt 11 verður soljóðandi:
»EDV-tól av tí partinum, sum eru yvir 250.000 kr.«
Punkt 12 verður soljóðandi:
»Maskinur til handverk og ídnað av tí partinum, sum er yvir 10.000 kr.«
Punkt 13 verður soljóðandi:
»Maskinur til landbúnaðin av tí partinum, sum er yvir 5.000 kr.«
Punkt 15 verður soljóðandi:
»Eftir umsókn kann landsstýrið endurrinda innflutningsgjaldið av navigati-
óns-, siglingar-, leitingar- og kommunikatiónsútgerð, skipsmotorum,
ljósmotorum, egningarmaskinum, skrúvudysum, kraftblokkum, trolspølum,
snurpispølum og øðrum skipsspølum, treytað av at lutirnir ikki skulu nýtast til
nýbygningar, og virðið ikki er undir 10.000 kr.
§ 2. Tær í løgtingslóg nr. 64 frá 23. august 1974 galdandi reglur um lækking av
innflutningsgjaldinum orsakað av skipan av samhandlinum millum Føroyar og
Felagsmarknaðin umfata eisini hesa lóg.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.
Lagtingslov
om
ændringer i reglerne om særlig indførselsafgift.
I overensstemmelse med vedtagelse af Færøernes Lagting stadfæster og kundgør
lagmanden følgende lagtingslov:
§ 1. I lagtingslov nr. 9 af 27. april 1961 med senere ændringer ændres i § 1 »13%« til
»20%«.